Mentan

Til minnis um Ragnar Petur

Ragnar Petur andaðist mánamorgunin bert 56 ára gamal.

2023-03-24 14:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kollafjarðar Ítróttarfelag:

Góði Ragnar Petur
Tung vóru boðini at fáa mánamorgunin, at tú vart farin. Bert 56 ára gamal og fullur av lívi. Fleiri høvdu á orði, at tey høvdu møtt tær í vikuskiftinum og verið í veitslulagi saman við tær. Tí kom hetta sera óvæntað og dátt við. Orð eru fátøk í einari slíkari løtu. Men vit ynskja at siga nøkur orð um teg Ragnar Petur.
Tú vart KÍF sera góður, bæði sum spælari, tá tú vart yngri, áskoðari, fyriskipari, hjálparfólk og stuðul. Tú vart ein, sum vit í felagnum altíð kundu heita á og biðja um hjálp. Fullur í góðum ráðum og hugskotum, og nógvar ætlanir høvdu vit fyri framman saman við tær. Ofta ringdi tú við onkrum góðum hugskoti felagnum at frama. Tú vildi so nógv og vart so glaður fyri at hjálpa og stuðla. Her verður tómligt uttan teg. Títt pláss í høllini stendur tómt. Vit - og óivað eisini fleiri útiáskoðarar og dómarar - fara at sakna tíni róp og skemtiligu viðmerkingar av áskoðaraplássinum. Tú vart ein sera ágrýtin áskoðari, og ofta komu róp frá tær og Sundar, men altíð við einum skemtiligum tóna.
Tað er trupult at nevna her, hvussu stóran týdning tú hevur havt fyri KÍF, tí tú hevur gjørt og fylt so nógv fyri okkum øll. Og sera ágrýtin og trúgvur hevur tú fylgt tínum trimum synum gjøgnum árini. Og eisini var tað tú, sum skipaði fyri og samlaði pening inn til allar Dronninglund-túrarnar saman við liðunum.
Nú synir tínir eru vaksnir, helt tú fram at koma í høllina við abbasynunum. Fyri bert tveimum vikum síðan vart tú í høllini til U10-kapping, har tú kastaði saman við lítla Arturi. Tað var altíð stuttligt og lívsjáttandi at síggja teg saman við Róki og Arturi, og tað var týðiligt at síggja, hvussu góðir teir vóru við teg.
Vit fara øll at sakna teg. Men størstur verður saknurin hjá teimum nærmastu. Góðu Karina, Rúni, Rani, Jákup Andrias, Rókur, Artur, Elvira og Jákup Suni og Eyðbjørg við familju og verfamilja vit syrgja saman við tykkum.
Takk fyri teg Ragnar Petur, tú verður aldrin gloymdur, men goymdur í hjørtum og tonkum. Takk fyri alt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder