Mentan

Til minnis um Anfinn Kallsberg

Til minnis um fyrrverandi løgmann Anfinn Kallsberg

2024-02-21 11:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Til minnis um Anfinn Kallsberg
Svárt var at fáa boðini um, at okkara kæri floksformaður og starvsfelagi, Anfinn Kallsberg, eftir stutta, men tunga sjúkralegu er farin hiðani.
Tankarnir leita í djúpari samkenslu til tín, Berghild, og synirnar, Hans Jákup, Kára og Signar við tykkara familjum. At missa eitt so framúrskarandi menniskja er ófatiliga tungt – og bøn okkara er, at Harrin skal styrkja tykkum í sorgini.
Anfinn Kallsberg var fyrst og fremst familjumaður, sum stórliga elskaði og tók sær av sínum kæru.
Og so var hann ein sannur úrmælingur í politikki. Eitt yrki, sum hann gav stóran part av sínum arbeiðslívi.
Í sjeytiárunum var hann borgarstjóri á Viðareiði. Í 1980 trein hann inn á landspolitiska pallin og var valdur í Løgtingið. Við eldhuga og stórari undirtøku røkti hann landspolitiska starvið í meir enn ein mansaldur, bæði sum løgtingsmaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður og sum Føroya løgmaður.
Anfinn var ein persónur, sum altíð var savnandi, og flest allir føroyingar høvdu virðing fyri honum, eisini tey harðastu mótstøðufólkini. Sum starvsfelagi var hann umsorganarfullur, og hann hevði altíð yvirskot at koma við góðum ráðum og ugga, tá harðast leikaði á.
Hóast tað eru fleiri ár, síðan Anfinn gavst í politikki, so tosa fólk, óansæð politiskan lit, framvegis um hann við stórari virðing og minnast hann sum ein tann dugnaligasta politikkaran, ið landið hevur fostrað.
Anfinn hevði orðið í síni makt. Tók hann orðið, broyttist hølið, og øll lurtaðu við virðing. Røður hansara vóru altíð savnandi, men beinraknar. Orðavalið, tónalagið og ikki minst útstrálingin gjørdu, at fólk sótu undir hvørjum orði, og tað var tað sama, um tað vóru stórar fjøldir, smáir bólkar, ella tað var í tingsalinum.
Anfinn Kallsberg var eisini kendur fyri óvanliga gott politiskt hegni at náða sínum og floksins málum. Hann valdi altíð røttu løtuna at koma við sínum málum. Hann var afturhaldin, men málrættaður og fekk tí oftast síni mál samtykt. Úrslitalistin er óendaliga langur.
Í sínum politiska yrki sat hann við nógvar borðendar. Tann fyrsti var borgarstjórastólurin á Viðareiði í 6 ár. Stórtíðin var frá 1998 til 2004, tá ið hann sat við borðendan sum Føroya løgmaður – eitt heilt serligt og søguligt tíðarskeið í føroyskum politikki.
Men eisini var hann í 3 førum landsstýrimaður, fleiri ferðir formaður í ymiskum løgtingsnevndum, ikki minst fíggjarnevndini, og eitt tíðarskeið var hann eisini løgtingsformaður.
Og í heili 14 ár var formaður Fólkafloksins.
Í politikki er ofta stríð um sessir, men soleiðis var ikki við Anfinn. Hann hevði ongantíð nakað ynski um nakran sess, og kanska júst tí fekk hann bjóðað teir flestu. Hansara fyrsta svar var altíð nei, men so fór tingbólkurin í gongd at sannføra hann um, at hann var tann rætti. Onkuntíð var síðsta vápnið tikið í nýtslu, nevniliga, at ’vit finna ongan annan’. Oftast eydnaðist til endans at fáa hann at taka av.
Í samráðingum dugdi hann óvanliga væl. Um tað vóru samráðingar í tingbólkinum, millum flokkar ella við donsku stjórnina, so skaraði hann framúr. Gingu samráðingar trupult, ella stóð í botni, varð steðgað á eina løtu. Og so fór Anfinn mangan inn í eitt rúm við síðuna av, har hann ringdi til konu sína og tosaði ofta leingi. Tá fundur varð tikin upp aftur, kom Anfinn altíð við onkrum nýggjum til at loysa knútin.
Fyri okkum var eingin ivi. Berghild var hansara størsti stuðul og ráðgevi. Tað var bæði í truplum og tungum løtum, at hon stóð sum drangur við hansara lið. Hennara treytaleysa stuðul hevði hann ofta á orði, nakað, sum hann týðiliga setti óendaliga stóran prís upp á.
Anfinn Kallsberg hevur helst verið Føroya lands besti politikari. Men fyri hann var familjan eitt og alt. Tað gekk í honum, um hann ikki hvørt kvøld slapp norður til familjuna á Viðareiði. Har vildi hann vera saman við teimum.
Góða Berghild, synirnir, Hans Jákup, Kári, Signar og øll tykkara. Tit hava mist ein, sum elskaði tykkum yvir alt og altíð vildi vera har fyri tykkum.
Saknurin er stórur, og sorgin er svár, men gott er at vita, at hann er farin í eitt betri stað. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.
Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um Anfinn Kallsberg.
Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder