Gransking.fo skrivar:
Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.
Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um kanningar og gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.
Stuðul til kanningar og gransking
Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur gjørt av, at peningurin skal býtast soleiðis:
3 milliónir krónur verða settar av til smærri kanningarverkætlanir.
7 milliónir krónur verða settar av til granskingarverkætlanir.
Les meira um møguleikar, treytir og freistir á:
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-til-kanningar-og-gransking-i-arbeidsmarknadi/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald