Vit høvdu ein ótrúliga góðan dag í gjár, bæði guðstænastan, har leik og lærd samvirkaðu til eina sera serliga og góða guðstænastu við tónleiki, sangi og upplestri, sum riggaði sera væl gjørdu løtuna heilt serliga. Og framløgurnar ”Skapan og grøn hugsan”, pallborðið við Systir Mariu, Arna Zachariassen og Petur Steingrund”, sum eisini góvu okkum øllum nakað at hugsa um. Orðstýrarin Kári Sólstein, var framúr, dugdi so avbera væl at spyrja og fáa orð og hugsanir fram.
Listaframsýningin í Listastovuni og Bókaframsýningin í kirkjukjallaranum, vóru eisini væl vitjaðar. Konsertin við Suð og hugleiðingum við Eydnu Skaale, var einki minni enn fantastiskt! Eitt hitt besta tónleikaupplivilsi vit hava havt!
Í dag sær skráin soleiðis út:
Kl. 16.00 letur Listastovan upp.
Kl. 16.00 letur bókaframsýningin í kirkjukjallaranum upp.
Kl. 17.00 letur Sálmaverksmiðjan í Beitishúsinum upp, vælkomin at luttaka
Kl. 19.30 verður stórfingin konsert í Miðvágs kirkju við Teiti Lassen og Gøtu kirkju ungdómskór, vælkomin at lurta
Kl. 21.00 verður eitt stórt og festligt ungdómsmøti við ungum úr Eysturoynni, sum við talu, sangi og tónleiki leiða okkum gjøgnum kvøldið. TÚ ert hjartaliga vælkomin at luttaka
Vh
Samkirkjudagar.
Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald