Á ráðstevnuni í ár verður serligur dentur lagður á bjarging í fjøllunum og samstarvið millum tyrlu og fjallabjargarar. Luttakarar koma úr øllum heiminum, og okkara umboð hava fingið sera góða móttøku millum altjóða fjallabjargarar. Tað er áhugavert at staðfesta, at okkara kunnleiki og útbúgving er á sama støði sum dugnaligu fjallabjargararnir í restini av heiminum.
Eitt av evnunum, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, er økta talið av ferðafólkum í fjøllunum og avbjóðingarnar, sum standast av tí. Í okkara føri er tað serliga tilbúgvingin og trygdin, sum dentur verður lagdur á, og hvussu áðurnevnda avbjóðing kann loysast. Hetta er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi. Til samanberingar kann nevnast, at í Mount Hood í Oregon USA hava tey trupulleikar av ferðafólki , sum ganga uppá tindin uttan at verða nóg væl fyrireikaði frammanundan. Bjargingarnar á hesum fjalli eru seinastu 5 árini fleirfaldaðar, og skaðarnir eru størri og ógvusligari.
Eitt annað evnið, ið verður viðgjørt, er samstarvið millum løgreglu, sløkkilið, sjúkraflutning og tey sjálvbodnu bjargingarfeløgini. Lagt verður upp til at fáa greiði á, hvussu økini verða býtt t.d. at sløkkilið og sjúkraflutningur heldur seg til, har tað ber til at koyra við útgerð teirra, meðan sjálvbodnu fjallabjargarnir fara út í fjøllini at hjálpa fólkunum, ið eru komin illa fyri. Løgreglan hevur altíð ábyrgd av eini bjarging, men hvussu samstarva vit best, og hvussu gangnýta vit førleikarnar hjá hvørjum øðrum. Í hesum føri verður dentur lagdur á, at tað er umráðandi, at ymisku aktørarnar kenna hvønn annan í mun til førleikar, og hvussu hesir førleikar vera gagnnýttir á besta hátt.
Okkara luttøka í ICAR er grundað á, at vit í Føroyum kunnu bjóða eina trygga tænastu, sum lýkur altjóða krøv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald