Mentan

Tíðindaskriv frá formanninum í Leiklistaráðnum

Nú er ikki at helma í.

Tilvildarlig mynd.

Tilvildarlig mynd.

2022-09-15 14:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tað er hugaligt at uppliva, hvussu hitt komandi tjóðleikhúsið nú sæst í eygsjón. Tað hevur verið gleðiligt at litið yvir politiska landslagið og sæð, hvussu byggiharri og byggimyndugleiki hava starva saman um verkætlanina; tað er týðiligt, av viljin hevur verið størri enn nakrantíð.

Bíðað hevur leingi verið eftir at finna eina semju um staðseting, og hetta hevur nú fingið eina framúr góða loysn. Endiliga er vunnið á mál, og vit síggja fleiri og fleiri viðspælarar, sum er alneyðugt, so hetta alt kann fremjast í verki. Tøkk til mentamálaráðharran og borgarstjóran, sum við sínum stovnum og ráðum hava víst ein framúr vilja til at seta arbeiðið í verk.

Nú er ikki at helma í, men ongantíð ov skjótt fara til næsta stig. Neyðugt verður skjótast møguligt hjá politiska myndugleikanum at játta pening til at skipa verkætlanina, so vit eru klár at fara í gongd, so skjótt økið er tøkt til tess.

Eisini verður neyðugt við teimum heimildum, sum skulu til fyri at fara víðari at fáa uttanhýsis fígging, bæði her heima og uttanlands. Givið er, at vit fyrst mugu fáa til vega fíggjarliga játtan frá teimum, ið vara av tjóðleikhúsinum, áðrenn farið verður víðari við “fundraising”. Slíkt signal av tí politiska pallinum, har víst verður, at trúð verður uppá verkætlanina, er neyðugt, so vit sum næsta stig kunnu sannføra onnur áhugað um at vera við og lyfta saman við okkum.

Korini hjá yrkisleiklistini, hóast vælvild frá øllum síðum, eru trong, og alneyðugt verður at skapa góðar karmar til leiklist - so skjótt til ber, sum avgjørt er ein fyritreyt fyri at skapa góð úrslit og eitt gott arbeiðsumhvørvi eisini. Tað við teim trongu umstøðunum ger tað torført at reka ein tjóðpall, so vit eiga at arbeiða skjótt.

Tað var tí hugaligt at síggja, hvussu vinnandi uppskotið fekk tak á júst hesum partinum, har tað er týðiligt, at hesi høvdu eitt neyvt innlit í, hvat eitt leikhús er, og hvussu tú logistiskt kanst skipa tað soleiðis, at alt virkar væl, og eisini hvussu arbeiðsumstøður hjá starvsfólki eru best hóskandi, til tess at fáa gerandisdagin í einum leikhúsi at hanga saman.

Rakstrinum á Tjóðpallinum vantar eisini økta játtan, soleiðis at vit stig fyri stig spakuliga vaksa inn í nýggja tjóðleikhúsið, og at vit mennast í tíðarskeiðinum, meðan bíðað verður, so vit eru til reiðar at fylla karmin, bæði hvat leiklistini viðvíkur og eisini fyrisitingarliga. Játtanin skuldi sostatt verið økt á hvørjum ári, inntil vit eru nádd út á Leikhúsbryggjuna.

Vónandi fara politikkarar at skilja hetta og leggja rygg til henda partin eisini, eins og eina fíggjarliga játtan, so vit kunnu fara í gongd við at skipa verkætlanina og neyvætlan beinanvegin – nú er ikki at steðga á!

Ólavur Jøkladal, Formaður í Leiklistaráðnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder