Mentan

Tí mæli eg til aðra staðseting av nýggja Tjóðleikhúsinum

.

2024-04-17 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Havnanevndin hjá Tórshavnar kommunu samtykti í gjár ikki at gera leigusáttmála um økið til Tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn, soleiðis sum politiska ætlanin hevur verið. Henda avgerðin er tikin út frá einum tilmæli frá stjóranum í Tórshavnar Havn.


Hvat er samtykt?

Ført verður nú fram, at býráðið longu hevur samtykt at leggja hetta økið av til staðseting av nýggjum Tjóðleikhúsi. Hetta er ikki heilt rætt og stríðir ímóti tí, sum áður er samtykt, nevnliga at seta av 4.000 fermetrar frá Farstøðini inn ímóti býnum - og ikki 8.000 fermetrar á Bursatanga.


  1. februar 2022 samtykkir ein meirluti í Havnanevndini, at eitt økið frá Farstøðini heim ímóti býnum verður lagt av til miðbýarvirksemi og mentanarhús.


Í Byggi- og býarskipanarnevndini verður samtykt 24. februar 2022, at økið, sum er avmerkt á flatmyndini “Uppskot um byggiøki áljóðandi 4.000 fermetrar, verður avsett til byggiøki hjá Mentamálaráðnum til nýggjan Tjóðpall við treytum grundaðar úr heildarætlanini.


Uppskot um staðseting av Tjóðleikhúsi

Uttanríkis- og mentamálaráðið og Landsverk fóru fyri nøkrum árum síðani undir eina tilgongd um nýtt Tjóðleikhús í Tórshavn. Fyrsta stigið í verkætlanartilgondini var at vísa á best egnaðu staðseting fyri Tjóðleikhúsið.


  1. mars 2021 varð kunngjørt av Uttanríkis og mentamálaráðnum, at kappingin av staðsetingini av nýggja Tjóðleikhúsinum var avgreidd, og at dómsnevndin var komin fram til, at Tjóðleikhúsið skuldi staðsetast á Bursatanga, har leikhúsið kemur at standa á markamótinum millum bý og havn.


Tórshavnar kommuna fekk handa avgerðina frá dómsnevndini og skal nú taka støðu til valdu staðsetingina. Í sambandi við at taka endaliga støðu til staðsetingina, so verður neyðugt at viðgera økið út frá teimum staðbundnu avbjóðingunum, sum økið hevur við sær, og verður neyðugt at tryggja sær, at endaliga staðsetingin hóskar inn til býarskipanarligu-, havna- og ferðsluatlitini, sum kommunan beinleiðis hevur til staðið.


Eftirfylgjandi vísir tað seg, at tørvurin á øki hækkar upp til heili 8.000 fermetrar, tvífalt.


Tórshavnar Havn mælir frá staðseting á Bursatanga

Í grundgevingunum fyri tilmælinum frá stjóranum í Tórshavnar Havn til Havnanevndina, verður dentur lagdur á, at tað ikki er pláss fyri at brúka heilar 8.000 fermetrar av havnarøkinum til Tjóðleikhús - tað fer at gera arbeiðsumstøðurnar í Tórshavnar Havn truplari. Tað fer eisini at gera ein part av íløgunum, sum eru gjørdar í Tórshavnar Havn virðisleysar og møguleikarnir fyri menning detta burtur.


Víst verður eisini á fylgjandi neiliga ávirkan á virksemi hjá Tórshavnar Havn við einum Tjóðleikhúsi á Bursatanga:


  • Praktiskar/ logistiskar avbjóðingar á Eystaru bryggju og Skansabryggjuni, herundir fyri trygdina, ferðslurenslið, avgreiðslu av ferðafólki og góðsi
  • Tænastan mótvegis serliga Suðuroyarleiðini, og hinum størri kundunum hjá Tórshavnar Havn, verður verri
  • Nýtslumøguleikarnir fyri bryggjukantin á Eystaru bryggju minka, tá ið tilhoyrandi havnaøki skal brúkast til annað endamál enn havnavirksemi
  • Fíggjarligar avleiðingar, bæði beinleiðis frá minkaðum leiguinntøkum, og óbeinleiðis vegna skerdar vinnumøguleikar í framtíðini
  • Skerdir vinnumøguleikar á Eystara havnaøki, ið fara at ávirka strategisku støðuna hjá Tórshavnar Havn sum Føroya fremsta havn
  • Skerdir møguleikar fyri í framtíðini at kunna lofta nýggjum kundum, vinnum og tænastum innan havnaog shippingvirksemi


Málið er farið av sporinum

Sjálvur haldi eg, at eitt Tjóðleikhús als ikki hoyrir heima í einum martimum vinnuumhvørvi. Tað eru fleiri onnur støð og umhvørvi í Havnini, har eitt Tjóðleikhús hevði verið meira hóskandi at staðsett, t.d. í Sortudíki.


Tað ber ikki til at frásiga sær heilar 8.000 fermetrar beint upp at havnaøkinum, har t.d. eitt reiðarí er við at byggja bygningar fyri 240 mió. kr. og tvey nýggj farmaskip.


Eg kann ikki góðtaka at skerja møguleikarnar hjá Tórshavnar Havn at mennast og skapa inntøkur - tað krevur pláss.


Tórshavnar Havn gevur brutto umleið 75 mió.kr. í inntøkum árliga og eini 500-700 arbeiðspláss eru knýtt at bryggjukantinum.


At tosa um at seta 8.000 fermetrar av til Tjóðleikhús á Burstanga er ikki í tráð í samtyktina hjá býráðnum - ein ætlan, sum ger seg inn á okkara íløgur og inntøkumøguleikar.


Eg taki tí undir við tilmælinum frá stjóranum í Tórshavnar Havn um at sleppa hesari ætlanini og fari at heita á tey, sum fyrireika hesa verkætlanina um at finna aðra hóskandi staðseting.


Tilmælið frá stjóranum í Tórshavnar Havn er sera greitt, væl undirbygt og vísir m.a., hvussu virksemið hjá Tórshavnar Havn verður skert frá framtíðar menning við at seta av heilar 8.000 fermetrar til Tjóðleikhús við havnaøkið. Soleiðis sum málið hevur útviklað seg og fyriliggur í løtuni, so er tað einasta rættað, at málið nú verður lagt fyri býráðið fyri at finna eina nýggja hóskandi staðseting, vísandi til tilmælið frá stjóranum í Tórshavnar Havn.

Annfinn Brekkstein

varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu og limur í Havnanevndini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder