Mentan

Tí eiga vit at skjóta kóp

Ein stutt hugleiðing um kóp og kópaveiðu.

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

2023-01-02 08:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú tá ICES mælir til at steðga fiskarínum eftir toski, tí stovnurin er so illa fyri, kom eg í tankar um eina kanningarverkætlan av kópi, sum var útgivin av DTU í 2015. Øll kanningin er útgivin sum DTU aqua-rapport nr 299-2015

Hendan kanningin vísir m.a, at ein miðal láturkópur etur 5 kg av fiski um dagin, tvs umleið 1800 kg um árið. Nøgdin av toski varierar alt eftir um nógvur toskur er í umráðnum teir liva í, men liggur millum 10 og 75 %.

Um vit siga at kópastovnurin telur 2000 láturkópar, eta teir umleið 3600 tons av fiski av landgrunninum hvørt ár.  Um vit takað eitt tíðarskeið á 4 ár, so etur láturkópastovnurin 14.400 tons av fiski av landgrunninum, væl at merkja um stovnurin telur 2000 kópar. Hvussu nógv av tí er toskur, er ilt at siga.

Tá eg meini at vit skulu skjóta láturkóp, er tað ikki meint einum og hvørjum frítt at skjóta, men at Havstovan skipar eina regulering av stovninum soleiðis, at hann skal haldast so lítil sum gjørligt og tann vegin gera minst skaða.

Og tað skal sjálvandi gerast ein teljing av kópastovninum áðrenn byrjað verður at minka um hann.

Innan veiðuverðina ger man nógv við at minka um teir stovnar, sum gera skaða á tað náttúrutilfeingið man sjálvur etur. Í fleiri norðanlondum hevur man t.d regulering av revi, tí hesin etur rádýr, haru, kanin og fugl.

Kanningin frá DTU vísir eisini á, at góðskan á toskaflakinum er vánalig orsakað av snýkum og snúltum í flakinum, sum stava frá kópaskarni.

Samanlagt er nógv at vinna við at minka nógv um kópastovnin, bæði í mongd og góðsku, men tað er upp til landsins myndugleikar.

Vinaliga


Magni Blástein 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder