Mentan

Tey eldru í Vágum eru væl nøgd við tilboðið í Ivanshúsi

Tey eldru í Vágum eru sera væl nøgd við tilboðið í Ivanshúsi, sum tey vitja dugliga.

2022-06-29 17:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í Vágum hava heimabúgvandi pensionistar møguleika at samlast í Ivanshúsi í Miðvági mánadag til fríggjadag frá kl. 9-17, Tað eru 25 heimabúgvandi fólk knýtt at Ivanshúsi, onkur er hvønn dag og onkur er bara 1 dag um vikuna, alt eftir tørvi. Tað er stovnurin Vesturvón, sum skipar fyri tilboðnum.

JN.FO var ein túr í Ívanshúsi í gjár, har vit fingu eit gott prát við tey eldru, sum í gjár høvdu leitað sær hagar. 

Hýrurin var góður og blíðskapurin við, vit fingu eitt hugnaligt prát, við kaffiborðið sum var seinnapartin, prátað var um leyst og fast, men tey løgdu stóra  áherðslu á, at greiða frá at tey fyri kortum høvdu verið ein túr á Viðareiði í tríggjar dagar, tey vóru 18 fólk í ferðalagnum og búðu á hotellinum á Viðareiði, tað var eitt stórt upplivilsi, umstøðurnar á Viðareiði vóru sera góðar, tey vitjaðu ymisk støð har, tey føldu seg sera vælkomin til Viðareiðis, har tey fingu góðar frágreiðingar um ymisku støðini á Viðareiði, sum tey vitjaðu, øll søgdu í ein munn - tann túrin gloyma vit ikki. Tey eldru róstu eisini starvsfólkinum í Ivanshúsi fyri at vera sera dugnalig og fitt.

Aldurin á teimum sum vóru í Ivanshúsi í gjár var frá miðskeiðis í 80-inum upp til miðskeiðis í 90-inum, øll vóru tey hampuliga væl fyri.

Tey greiddu eisini frá, at fyritøkurnar Oilwind, Grant, Hiddenfjord og skipið Katrin Jóhanna sponsureraðu túrin, tað vóru tey sera takksom fyri, tí so sluppu tey bíligari.

Í fjør vóru tey ein líknandi túr í Skálavík, sum eisini var sera væleydnaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder