2022-07-27 09:25
TAGNAÐA KOLTURSRØDDIN ÚR HESTI
Tað eru bara fimmogtjúgu ár síðani, eg hitti Ebba Rasmussen fyrstu ferð, so tey eru fleiri, sum kendu hann betur enn eg. Men eg ditti mær kortini at skriva nøkur orð, sum eisini byggja á frálíku prædikuna hjá Bergi Debes Joensen til jarðarferðina.
Tá svágurin og hestmaðurin Hans Jakki gjørdist partur av fjølskylduni, fylgdu við honum sambond við onnur hestfólk. Teirra millum var Ebbe Rasmussen, sum stakk inn á gólvið hjá sváginum eina ólavsøku fyri fimmogtjúgu árum síðani. Ein ógloymandi løta, tí báðir tveir vóru so framúr góðir sangarar, kvøðarar og tignarligir vertskapsmenn.
Ebbe var so burturúr sympatiskur og sjarmerandi, at tú kundi ikki annað enn fáa tokka til hendan góðsliga og blíða mannin, tá tú hitti hann. Hann gjørdi lítið burturúr sær, men var kortini ein kempa og ein skilamaður. Baldist á sjónum í sjey áratíggju, av fremstu kvøðarum, kirkjuni ein trúgvur tænari, tjóðskaparmaður og familju og vinum ein dyggur stuðul.
Ebbe var føddur í Hósvík 3. februar í 1932, sonur Mariu Rasmussen úr Koltri og Harald Flemming Olsen úr Havn, úr Dalahúsunum á Tinganesi. Ebbe var smádrongur, tá pápin doyði av krígsávum í Southampton undir krígnum. Mamman giftist seinni við Sjúrði Zachariassen úr Hesti, og Ebbe vaks upp við honum sum pápa.
Ebbe sleit barnaskógvarnar úti í Koltri og var 15 ára gamal, tá tey búsettust í Hesti stutt eftir kríggið. Hann fór ungur til Havnar at arbeiða sum ørindadrongur hjá Brend í Havn, men fekk so tjans við Smyrli, tá hann var blaðungur - fyrst sum messur og seinni sum dekkari. Hann søkti síðani sjógvin alt lívið og var 84 ára gamal, tá hann legðist uppi.
Á SJÓNUM Í SJEYTI ÁR
Seytjan ára gamal fór Ebbe við 30 tonsaranum Njørði til fiskiskap undir Íslandi, har nógv var at fáa. Hann róði út í Íslandi við Blitfarinum og Vonastjørnuni. Hann var í Grønlandi við einum suðuroyarskipi, áðrenn hann fór at rógva út við smábáti av skonnartini Marité í Grønlandi. Á sama túri vóru eisini aðrir hestmenn við, eitt nú Óli, Niklas, Petur og Jørmund. Jákup Joensen, Dunga Jákup, úr Sandavági var skipari, og viðurskiftini teirra millum vóru stak góð.
Eina tíð sigldi Ebbe við týskarum, og í 70-árunum royndi hann við Norðbúgvanum og var við metlanga saltfiskatúrin, sum vardi í átta mánaðir. Hann var eisini millum teirra sum mannaðu Vesturvarða, Suðurvarða og Fame, tá rækjuveiðan í Grønlandi tók seg upp, og seinni var hann nógv í kanadiskum sjógvi. Ebbe var eisini millum álitismenninar umborð á Giljanesi, tá hann kom.
GIFTIST VIÐ ATU ÚR SANDAVÁGI
Ebbe var ofta leingi á sjónum, men hann var kortini so frægt í landi, at tað rann saman millum hann og Atu Klemonu Thomassen úr Sandavági. Tey giftust í Hests kirkju í apríl 1962.
Tey fingu Jóngerð í 1966, Sverra í 1968 og Rannvá í 1974. Abbabørnini eru 6 í tali: Jónsvein, Malan, Magnar, Lena, Ata Marit og Rúni. Langabbabørnini eru 2: Rósa og Carl. Skoytast kann uppí, at tá ið Hallur og Sæbjørn mistu foreldur síni, Lenu og Klæmint, á ungum árum, vóru Ata og Ebbe nógv um teir.
Á heysti 1993 var Ebbe fyri hóttafallið, tá hann fekk bruna í nervaskipanina og misti førið at tosa og ganga og endaði í respiratori. Men við Guds hjálp, áræði og treiskni kom hann skjótt á føtur aftur. Ebbe, sum tá var 61 ára gamal, vandi hvønn dag, og á nýggjárinum hoyrdist hann aftur í føroyska dansinum í bygdarhúsinum í Hesti.
Tá flutti Ebbe seg av fjarðari leiðum og fór at rógva út úr Hesti. Tað var honum ikki ókent, tí millum túrarnar var hann ofta í fjørðinum við 10 mannafarinum “Veiðibjalla” og átti part í “Álafossi”, áðrenn hann og sonurin Sverri reiddi út 30 tonsaran “Dúgvustakk”.
Sverri sigldi úti, so Ebbe var oftast einsamallur á bátinum, til hann 84 ára gamal legðist upp á land í 2016. Men tað forðaði honum ikki at fara langar túrar til havs við einum av størstu glastrevjabátunum í landinum.
Ebbe var av raskastu sjó- og útróðrarmonnum og ein úrmælingur at ráða veður og vind. Serligt tev hevði hann fyri streymi. Ebbe var ein, menn spurdu um ráð, og hvar hann kastaði, fylgdu aðrir við.
Í nógv ár sást hesin lágvaksni og blíði maðurin selja fisk í Vágsbotini – ikki langt haðani hann var ættaður, og ofta førdi Ebbe prest út í oynna sunnumorgnar.
LOYSINGARMAÐUR Á FÓLKAFUNDI Í KOLTRI
Ebbe las nógv og fylgdi væl við í øllum samfelagsviðurskiftum. Áhugin fyri politikki var stórur, og hann stuðlaði stevnuni hjá Tjóðveldisflokkinum um at fremja fólksins vilja frá fólkaatkvøðuni í 1946. Tá ið val var, var høgtíð.
Hann var sjáldan frammi á almennum pallum, men tá hann tók orðið á fólkafundinum í Koltri í 2001 hugtók hann stóru mannfjøldina og blaðmannin Jústines Ejdesgaard, sum skrivaði soleiðis:
“Ebbe stendur í morreyðari troyggju og føroyskari húgvu í túninum á garðinum, sum morbróðurin festi, og sum hann hevur so nógv góð minni um. Hesin býlingurin evnaði Ebba til mann.
Hendan náttúran meitlaði inn í unga sinnið elskhugin til fosturlandið og lítla samfelagið í Koltri, gav honum førningin, ið stuðlað hann hevur heilt fram at hesum degi. Nú talar hann til eina fjøld, sum er eins von við herróp og sjálvfylgilighetir, sum sunna fornuft.
Og tað eru vísdómsorð hann gevur lýðandi fjøldini í logandi sólhavinum úr vestri hendan sunnudag, tjóðardag íslendinga, tá lyndiseftirkomarar Gøtu Trónda hittast til stevnu.
- Tey ivasomu tosa um vælferðina og vandan fyri at missa hesa við loysing. Men hvat er vælferðin? Vælferðin er fjørðurin, sigur hann og peikar út á mjólkabláa Hestfjørð, sum kókar av æti, nebbasild, seiði, smáfiski, fugli og stuttleikabátum.
- Vælferðin er bøurin, fjøllini, fuglabjørgini og Vesturhavið. Vælferðina finna vit ikki hjá øðrum enn okkum sjálvum, sigur Ebbe Rasmussen.”
DEKNUR OG FRÆGUR KVØÐARI
Ebbe sat í bygdarráðnum í Hesti nakrar setur og fleiri setur í kirkjuráðnum, harav eini 10 ár sum formaður. Hann tók við sum deknur í kirkjuni í 1995 og røkti starvið í góð tjúgu ár fram til 2016.
Týðiligt og væl las Ebbe lestur, og hansara vakra rødd hoyrdist um alt landið, tá ið hann las morgunlestur í útvarpinum. Hann varðveitti alt lívið tað ramliga og eyðkenda koltursmálið, og ungu hestfólkunum dámdu væl at lurta, tá Ebbe las Árnasøgu í skúlanum annan jóladag.
Ebbe var lítillátin, stillførur og tolin maður, og so var hann góðsligur og lættur í sinni. Hann var glaður, tá abbabørnini komu á vitjan. Dagurin byrjaði við morgunlestri og Faðirvár, sum hann bað hart sitandi ella standandi. Hann lærdi børn og abbabørn sálmar og sangir og at leggja seg í Guds hond. Og so sang og kvóð hann eisini føroyskar vísur og kvæði fyri teimum, eins og hann ofta hoyrdist sita og murra fyri seg sjálvan um Grana, sum bar gulli av heiði og um stoltu Signhild.
Ebbe hevði ikki bara góða rødd til upplesturs, hann var eisini óførur kvøðari. Hann var virkin í Vága Dansifelag og skipaði nógvar brúðarvísur millum ár og dag. Hans Jacob Niclasen minnist, tá Ebbe og Jørmund vóru í hæddini. “Ein frægd var tað at hoyra teir kvøða Dronning Dagmar. Tað var ikki bara rødd teirra, sum rungaði, og føturnar, sum dansaðu, allar kroppur teirra var so livandi við í kvøðingini.”
JARÐSETTUR Í LOGANDI SÓL MILLUM FJØLLINI OG FJØRÐIN
Konuna, Atu, misti hann í 2014. Ebbe var um hana í fleiri ár heima í Hesti, áðrenn hon flutti í Vallalíð at verða síni seinastu ár. Árið eftir fekk Ebbe ein blóðtøpp í hjarta. Tá misti hann arbeiðsorkuna og flutti á sambýlið oman Mattalág í 2017. Ebbe fylgdi framvegis væl við í samfelagsviðurskiftum og gekk javnan í kirkju í Vesturkirkjuni.
Lagið var gott á Ebba 90 ára føðingardagin heima hjá Maluni og Carl Kjartan á Argjahamri ein rættiligan vetrardag í februar í ár. Blíður, góðsligur og róligur prátaði hann um stórt og smátt við gestirnar.
Hóast aldurin var høgur, so komu deyðsboðini óvæntað hin 14. juli, tí ávaringin var ongin. Men spor hevur Ebbe sett eftir seg, tí kirkjan í Hesti rúmaði ikki øllum, sum fríggjadagin leitaðu sær út í Hest at fylgja honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Svárast er sorgin hjá teimum, sum stóðu honum næst, men tað kendist eisini á presti, at hann segði einum trúgvum kirkjutænara farvæl. “Stólur hansara stendur tómur,” segði hann.
Stóra mannfjøldin fylgdi Ebba til sín seinasta hvíldarstað í dýrdarveðri. Logandi sól, bláur himmal og logn.
Hann varð jarðsettur undir liðini á Atu í kirkjugarðinum norðuri við Myllá, sum liggur í bønum undir fjøllunum, haðani tú sært heim í bygdina og út á hin bláa Hestfjørð.
Her treivst hann, tá hann livdi, og her fann hann sína ævigu hvild.
Takk fyri løturnar Ebbe og hvíl í friði
Magni Arge.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald