
Havstovan: Samanumtikið, so vóru merktu grindahvalirnir frá Sandavági rættiliga støðufastir. Teir hildu seg stórt sæð í eystaru hellingini av Hetlandsrennuna, har teir ferðaðust nakað suður og norð fram við hellingini. Eini hvalurin gjørdi eisini okkurt rend norður í kantin av Norskahavinum. Og ein hvalur flutti eftir eina tíð suður á Bankaryggin. Hetta var sama økið, har hin einsamalli merkti grindahvalurin helt til. Hóast merktu grindahvalirnir ofta ferðaðust í sama øki, so hildu teir ikki saman.
Báðir grindahvalirnir, ið vórðu merktir frá báti suður úr Vestmannaoyggjum, hildu fyrstu tíðina til í hellingini suður av oyggjunum. Kortini ferðaðust teir ikki saman. Haðani fór eini hvalurin vestur í Danmarkarstrætið, har sambandið síðani slitnaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald