Skráin til Okkara Voxbotn er um at taka skap, og fleiri stór nøvn eru á skránni 25. juni 2022. Vit kunnu nú kunngera, at eisini rappkongarnir úr Svanga koma at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022. Teir fara at borðreiða við einum braki av einari framførslu, og rútmurnar fara at skola yvir fjøldina í Vágsbotni. Ger klárt til eina gigantiska hip-hop veitslu, tá Swangah fer at oysa sínar rútmur og rím yvir okkum á Okkara Voxbotn. Kom og flippa til “Gentan er farlig” og “Millumfingurrapp” og ikki minst “Frá bygd til bý”. Tað verður orkumikið, tá Swangah trínur á pallin, og vit lova, at tað verður ein rimmar veitsla, tá Voxbotn fer út til alt Føroyar.
Skunda tær og ogna tær atgongumerki í forsølu fyri kr. 695,- á ebillett.fo! - Tað verður sjúkt, tí eisini Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr og Safir fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022.
Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald