Mentan

Svensku vísurnar hjá Regini Dahl

5.-7. september verður forkunnugt høvi hjá føroyingum at hoyra tónleik hjá Regini Dahl.

2022-08-23 10:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

5.-7. september verður forkunnugt høvi hjá føroyingum at hoyra tónleik hjá Regini Dahl, sum tey fæstu munnu kenna. Hesar dagarnar fara svenski operusangarin Fredrik Zetterström og føroyski klaverleikarin Axel Remmel at framføra sangir hjá vælumtókta tónaskaldinum, við løgum sum hann skrivaði til svenskar yrkingar.


Regin Dahl skrivaði løg til eini 50 yrkingar eftir svensku yrkjararnar Erik Axel Karldfeldt og Gustav Fröding, og royndi seg her við alskyns tónleikasløgum so sum valsi, marsji, romansu, tango og mazurka. Sermerkt við løgunum er eisini, at sangarin og klaverleikarin hava hvør sín sjálvstøðuga leiklut – eins og í lied-tónleiki. 


Í sambandi við konsertina verður nýggj nótaútgáva løgd fram. Tað er Regin Dahl-fjepparin Hugin Eide, sum hevur savnað uml. 30 av “svensku” løgunum hjá Regini, og gevur tey út á sínum forlagi. Hans Pauli Tórgarð hevur lagt nótarnar til rættis eftir upprunaligu framførslunum hjá Regini, sum vórðu tiknar upp á band í 1960’unum og -70’unum. Undan konsertini verður ein stutt framløga av nótaútgávuni.


Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum (5. september), Salt (6. september) og Mentanarhúsinum í Fuglafirði (7. september) og eru eitt samstarv ímillum hesi trý mentanarhúsini umframt Summartónar og Edition H. Eide.


Atgongumerki fáast á ávikavist nlh.fo (Norðurlandahúsið), salt.fo (Salt) og mh.fo (Mentanarhúsið í Fuglafirði).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder