2022-06-30 17:34
Í kvøld klokkan 20 verður summartónakonsert á Fiskastykkinum í Sandavági við lokala trubadurinum Holgari Jacobsen. Holgar er ein tónleikari, ið hevur givið nógvan tónleik út í Føroyum av ymiskum slagi. Síðstu tíðina mest sum singer-songwriter. Holgar hevur annars spælt í nógvum tónleikabólkum og er sera virkin enn.
Í samband við konsertina hevur Fiskastykkið opið til kl. 21.30, har til ber at fáa sær ein góðan nátturðabita áðrenn konsertina.
Konsertin er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald