2022-09-10 09:57
Summartónar verður kl.20 við Thomas Loefke (harpa), Kristian Blak (klaver) og Anders Hjuler (listamaður).
Thomas Loefke hevur vunnið fleiri altjóða prísir fyri síni evnir m.a. fyrsta plássið á O’Carolan Harp Festival í Keadue.
Saman við Kristiani Blak á klaver og Anders Hjuler sum listamanni kunnu vit vænta okkum eina heilt serstaka uppliving sunnukvøldið.
Í samband við konsertina mæla vit til at koma forbí áðrenn at njóta okkara vælumtóktu fiskasuppu og okkurt søtt omaná. Fiskasuppan verður servera til kl.20.
Konsertin er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald