2022-07-20 14:15
Tónleikurin hjá Lyon Hansen er ein samanrenning av ymiskum stílum sum hann elskar at fordjúpa seg í.
Sum solistur gevur hann intensar og inniligar framførslur fyltar við blúsutum sangi og fólkakendum fingraspæli á tí elektriska gittaranum.
Í samband við konsertina hevur Fiskastykkið opið til kl. 21.30, og til ber at fáa sær ein góðan nátturðabita áðrenn konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald