Mentan

Summarskái í Vágsbotni

Hóast veðrið er eitt sindur svikaligt, so sigur kalendarin, at vit eru farin um longsta dag. Tað er summar - og summarið í Havn verður nakað heilt serligt í ár!

2022-06-29 11:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Sum eina royndarverkætlan hevur Tórshavnar kommuna umskipað økið í Vágsbotni, so til ber at savnast um mat, rørslu, tónleik og stuttleika í økinum. Royndarverkætlanin hevur fingið heitið “Summarskái í Vágsbotni”. Til ber at kunna seg um tiltøkini í Vágsbotni á facebook- ella instagramvanganum hjá “Summarskái í Vágsbotni”.


Ferðslan er leidd rundan um nýggja torgið, sum bindur trappuna saman við Bryggjubakka, og básar verða settir upp á torginum til okkum øll at fylla innihald í. Pláss er eisini fyri Street Food vognum, palli til framførslur, borðum, benkrum og m.a.


Nýskipaða økið í Vágsbotni letur upp til, at vit kunnu savnast á økinum til t.d. mat- og loppumarknaðir, barnabio og landsdystir, sjónleik og tónleik – onki hugskot er ov stórt ella lítið. So vilt tú seta tín dám á økið? Ella hevur tú eitt gott hugskot? Skriva so til samskipararnar Michael Anthony Charles Johannesen ella Ólav Thorsteinsson á [email protected] ella [email protected]


Vit síggjast í Vágsbotni!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder