2022-08-02 07:51
Føroyski tónleikarin Ernst Remmel, ið millum annað vann FMA-heiðurslønina ”ársins sangari ella einleikari” fyrr í ár, fer at spæla jazz á Fiskastykkinum saman við danska klaverleikaranum Adam Lasthein. Ernst og Adam spældu tónleik saman, tá ið Ernst í 2015 var næmingur á ítróttarháskúlanum í Sønderborg í Danmark, har Adam er lærari.
Afturat sær hava teir eisini Aksel Dánjalson Remmel og Borgfríð Fonsdal Johannesen við klaveri og sangi.
Í samband við konsertina hevur Fiskastykkið opið til klokkan 21.30.
Konsertin er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald