2023-08-03 14:37
Sum døgg fyri sól,
hvurvu russararnir brátt,
tann sum fyrr svøvntungur mól,
svevur nú tryggur hvørja nátt.
Bryggjurnar tómar í landnyrðing,
júst sum ætlanin varð,
nú henda av sonnum tey ting,
ið betra moralin hjá tær.
Hálv milliard er nú fokin,
í moralsins dýra navn,
moralurin er ei rokin,
nú bert dupultur er hann.
Russarar framvegis streva,
við fiskarí í sama lag,
Hálendingar og Norðmenn teir sleva,
teir skúma jú róman í dag.
Men tey í landsinsstýrið,
eru nú fegin í dag,
útjaðarin ólukkudýrið,
bløðir sum fyrr vit ei hava sæð.
Løkke og Mette fyri Sjúrða bukka,
hettar prædikaði tú væl,
Føroyar enn eina ferð rukka,
tú gjørdi tað sum eitt spæl.
Moralur er góður ongin ivi um tað,
er hann so dupultur við,
ei vakrari hava vit sæð,
og sjálv frelsta sálin fær grið.
Jóhan Eli L. Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald