Mentan

Súlan og fuglakrím

Seinasta mánaðan eru nógvar deyðar súlur sæddar og tiknar upp um alt landi, eisini á sandinum í Sørvági eru fleiri Súlur tiknar upp og í dag sat hendan Súlan við vegjaðaran úti við Bíggjarvegin.

2022-07-21 21:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Men hvat fer Havstovan at viðmæla ella gerða nú støðan er so álvarsom fyri Súluna ?

Súlan eigur sum kunnugt bara úti í Mykinesi og er stovnurin ikki serliga stórur, hettar sjálvt um hann er vaksin eitt sindur, men nú er støðan álvarslig, ikki bert fyri Súluna men eisini Skúgvin og Bakin.

Sum er kanst tú skjóta hesar fuglar alt ári, eisini í meðan fuglarnir hava pisur ! 

Fer Havstovan at viðmæla at avmarkaða veiðu av hesum fuglum ella at friða hesar fuglar, ella onkran av teimum alt ári ella tá ið teir hava pisur ?

Eyðsæð er at okkurt má gerðast fyri at stula uppundur ella at verja hesar fuglar.

Orð og myndir: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder