Mentan

Stórt stuðulstiltak á Giljanesi leygardagin

Dráttur skipar fyri stórum stuðulstiltaki á Giljanesi leygardagin 10. september.

2022-09-08 11:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vága kommuna og Dráttur bjóða morgunmat frá kl. 10:00, samstundis byrjar maratonflogbóltur í ítróttarhøllini og heldur áfram til kl. 18:30. Kl. 11 verður tombola, kl. 12:00 syngja Tórfríð og Holgar og kl. 12:30 verður høvi at royna mat úr Ungarn, heimlandinum hjá okkara nýggja høvuðsvenjara Eszter Sántosi-Tóth. Kl. 13:00 spælir meistaradeildin hjá Drátti. Stuðul til maratonflogbóltin kann gerast á kto. okkara 6460-153.925.8 og viðmerkja MF ella til leikarar hjá Drátti. Hjartaliga vælkomin.

Hjartaliga vælkomin.

Flogbóltsfelagið Dráttur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder