Mentan

Stórt ókeypis familjutiltak fríggjadagin 1. juli kl. 18.00

Sløkkiliðið í Vága kommunu og Vága kommuna, fara aftur í ár saman at skipa fyri einum stórum familjutiltaki fríggjadagin 1. juli kl. 18.00, inni á keiini við brandstøðina.

2022-06-30 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Alt sløkkiliði verður við í tiltakinum, har teir vísa bilarnar fram, og rigga økið til við skúmi. Harafturat verður skipa fyri eini stafett kapping fyri alla familjuna, børn og vaksin - barnsligar sálir, har ymiskar uppgávur skulu loysast har vatn og skúm verður brúkt. Besti bólkurin vinnur eitt gávukort. Børnini (og tey vaksnu ) fara at fáa karm, so tað ræður um at vera í regnklæðum og gummistivlum, ella at hava skiftiklæðir við. 

Eitt stórt umráði verður hegnað av og fylt við skúmi at sparka bólt í, Hans Ravnsfjall fer at syngja nakrar kendar sangir og vit fara at grilla pylsur, og bjóða eisini kaffi til tey vaksnu.

Økið fram við brandstøðini verður stongt fyri ferðslu ímeðan tiltakið verður. Góðir parkerings møguleikar eru á keiini.

Sløkkiliðið hevur stóran týdning fyri kommununa, og tað hevur eisini týdning at børn síggja og læra um sløkkiliðið ímeðan tey hugna sær.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder