Jens Pauli Heinesen telist millum mætastu rithøvundar.
12. november 2022 hevði hann fylt 90 ár, Jens Pauuli fór um sýn 19. juli 2011, men rúgvismikla skaldaverkið, hann legði um seg, livir og er enn til gleði og gagns fyri Føroya fólk. Høvundurin hevur uppiborðið heiður fyri sítt stóra íkast til førooyskt mál og mentans. Hann verður tí fagnaður á stórum hátíðahaldi í Norðurlandahúusinum á 90-ára føðinngardegnum - skrivar dóttir Jens Paula í fororðunum til stóra hátíðarhaldið.
Á hátíðarhaldinum vóru røður, samrøður framførslur við Føroya Symforniorkestri, stjórnað av Bernhardi Wilkinson, konserpianisti Enzona De Rosa, kórinum Tarara, Tórshavnar Manskóri og Elin Brimheim Heinesen sum sangsolisti.
Suni Merkistein stýrdi kvøldinm meistarliga - Suni hevði samrøður við m.a. Elin Brimheim Heinesen, Hanus Kamban, Sonna Smith, Anniku Hoydal, Unn Patursson, Bárð Persion, Enzo De Rosa og Gullu Øregaard - allar samrøðurnar vóru sera áhugaverdar.
Framførðslurnar vóru av: Flóttin, Eg gangii við einum djúpi, Heystnáttin, Sorgin er vøkur, Sóleyan og Eitt dýpi av dýrari tíð - alt ljóðaði sera væl og varð væl framborðið.
Kvøldið í Norðurlandahúsinum byrjaði kl. 20 og var liðugt kl. 22.30.
Fólk vóru sera væl nøgd leygarkvøldið til 90-ára heiðurstiltakið og útgávuukonsertina, øll fóru vælnøgd út Norðurlandahúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald