Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini og er minkaður úr 1,4% til 1,2% uppá eitt ár. Árligi fólkavøksturin var størstur í 2018, tá hann var yvir 1,6%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.
Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Seinasta árið vaks fólkatalið við 620. Íkastið frá nettoflytingini, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 502, meðan íkastið frá burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, var 118.
Burðaravlopið er minkað nógv samanborið við undanfarna tíðarskeið. Færri børn eru fødd, og fleiri eru deyð enn í undanfarna tíðarskeiði. Ein partur av minkaða burðaravlopinum verður uppvigað av nettoflytingini, sum er eitt sindur størri í hesum enn í undanfarna tíðarskeiði. Vøkstur hevur verið í bæði tilflyting og fráflyting, men av tí at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin, stendur nettoflytingin við.
Mong flyta frá — fleiri flyta til
Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Trendurin vísir, at gongd kom aftur á flytingarnar síðst í 2020. Eftir tað vaks fráflytingin lutfalsliga skjótt, og seinasta árið hevur hon ligið millum 115 og 120 í miðal mánaðarliga. So stór hevur fráflytingin ikki verið síðani 2014.
Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi síðani 2020, og síðsta hálva árið hevur hon ligið millum 160 og165 í miðal mánaðarliga. So stór hevur tilflytingin ikki verið síðan aldarskiftið.
Færri verða fødd — færri fella frá
Myndin niðanfyri lýsir gongdina í føði- og deyðatalinum. Deyðatalið var óvanliga høgt í fyrru helvt av 2022, men síðani august eru deyðatølini minkað aftur. Hendan minkingin sæst aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í deyðatalinum. Trendurin vísir eisini, at gongdin í føðitalinum hevur verið sera støðug í gott og væl eitt ár.
Fólkatalið í kommunum og bygdum
Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. desember 2022 í mun til 1. desember 2021.
Fólkavøkstur var í 18 av teimum 29 kommununum. Størsti vøkstur í tali var í Tórshavnar kommunu. Lutfalsligi størsti vøkstur var í Fugloyar kommunu. Fólkatalið minkaði í 10 kommunum. Størsta minking í tali var í Sumbiar kommunu. Lutfalsliga minkaði fólkatalið mest í Skúgvoyar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald