Mentan

Steinbjørn Hardlei gevst sum rektari á Glasi

Glasir skal hava nýggjan rektara.

2022-06-28 10:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rektarin seinastu árini, Steinbjørn Hardlei, hevur í morgun kunnað síni starvsfólk á skúlanum um, at hann hevur sagt seg úr starvi.

Í august tekur hann við starvi sum privatkundastjóri í Banknordik.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Unu Joensen um, at hon tekur við sum virkandi rektari á Glasi frá 1. juli, tað skrivar Portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder