Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu.
Leygardagin 17. September verður farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.
Í ár eru 12 seyðir at taka, 2 veðrar, 5 ær og 5 lomb.
Tá komið er aftur til bygdina bjóðar Stakksnevndin súpan til fjallfólkið. Síðan verða 4 seyðir flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.
Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.
Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, eitt nú verður tombola aftaná uppboðssøluna.
Dagurin endar við almennum dansi í bygdarhúsinum.
Staksnevndin v/Jógvan Magnussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald