2022-08-05 12:23
Føroya Óðalsfelag:
Okkum nýtist ikki at broyta lógina, fyri at Føroya Fólk kann ganga sær ein hagatúr.
Tað kunnu vit longu. Og tað eru vit eisini øll hjartaliga vælkomin til, um vit bara hjálpa hvørjum øðrum at fylgja einføldu lógini, sum verjir náttúru, vøkstur, djóralív og landbúnað:
• At vit spyrja bóndir ella ognarfólk, frammanundan, um tað er í lagi at fara eitt ávíst stað, ein ávísan dag.
• At serskild avtala við hagan verður gjørd í góðari tíð, um endamálið við útferðini er vinnuligt.
• At øll fara væl við rásum, hegni, lendi, vøkstri og djóralívi.
Viðvíkjandi gongd í haga hjá Føroya Fólki, so er trupulleikin ikki at reglurnar eru ógreiðar, men at ognar- og avgerðarrætturin ikki altíð verður virdur av øllum.
Fleiri okkara hava tíbetur lært, t.d. heimanífrá, í skúlanum ella í skótunum, at vit sambært lóg og góðari siðvenju eiga at biðja um loyvi frá bónda ella ognarfólki, áðrenn vit kunnu fara í hagan.
Tíbetur ringja ella skriva rættiliga nógv privatfólk, og eisini øll gongufeløg, og spyrja um tað er í lagi áðrenn tey fara, og tá man verða ógvuliga sjáldsamt at festari ella ánari sigur nei.
Onnur handla í góðari trúgv, halda seg kunna fara ein hagatúr har tey vilja og tá tey vilja. Felags fyri hesi, annaðhvørt tað so eru føroyingar ella ferðafólk, er at tey ikki vita betri. Tí myndugleikarnir ikki hava sagt teimum greitt nokk hvat lógin sigur. Har áttu landsmyndugleikar, kommunur og kunningarstovur at tikið størri ábyrgd og gjørt eitt betri upplýsingararbeiði. So vit øll sluppu undan ósemjum og illstøðu.
Tí sjálvandi gerast ognarfólk og bóndir illa við, onkuntíð enntá ill, tá fólk ikki spyrja áðrenn tey fara. Ikki minst, tá tað er til beinleiðis ampa fyri djóralív og náttúru, og okkara landbúnaðarvirksemi í haganum.
Føroya Óðalsfelag frættir javnan frá limunum um keðiligar tilburðir:
• Fleiri siga frá størri sliti í haganum. Økt jarðriv og skriður, eisini á nýggjum støðum, har eingin eigur at ganga, er grót og mold ryðið oman.
• Rásir í erva, ódnir sum fjallmenn hava gingið gjøgnum øldir, eru knappliga vandamiklar at ganga, tí lendið er farið undan.
• Niðurtraðkaði hegn ella portur sum standa víðopin, so grannaseyður tekur seg inn á hagan.
• Fólk taka hund við í hagan, og hava hann leysan. Enntá í hægstu lembingartíð.
• Frá fleiri hagapørtum frætta vit at seyðurin, sum annars er hagfastur og ferðast í fylgjum á føstum støðum, verður so illa órógvaður, at hann hevur broytt sína vanligu gongd, beiti, v.m. Summir hagar hava verið noyddur at seta skipanina niður, og taka ein part av seyðinum av.
• Onkrastaðni hevur tann óskipaða ferðslan av fólki eisini gjørt seyðin so vanan við fólk, at hann er vorðin ógjørligur at reka. Hvørki fjallfólk ella seyðahundar fáa seyðin heim.
• Fleiri siga frá, at tað er nógv minni at síggja av heiðafugli. Tey støðini har sum fuglurin vanliga hevur reiðrast eru broytt, fuglurin er styggur og roynir at flyta seg undan fólki. Men tá fólk fara at ganga allastaðni, so støðist fuglurin ongastaðni. Hetta er syrgiligt, men satt.
• Gongufólk sum knappliga koma undan sýnini, beint sum vit skulu gera okkum til at skjóta.
• Ein fjallgonga, sum 15 mans og tveir hundar hava brúkt 7 tímar at reka saman, renir seg í eitt stórt ferðalið sum kemur vassandi, mitt gjøgnum hagan og oyðileggur allan raksturin.
• Ein røktingarmaður gekk seg fram á eina líð, har børkubóndi altíð hevur vaksið. Hann taldi 20 stór spaka-hol, rund og pen. Blómurnar vóru grivnar upp við rót.
• Sjáldsamar bjargablómur eru hóttar, ikki av seyði sum ikki sleppur til, men av fólki sum klintrast, har sum fólk als ikki eiga at fara.
• Tað kemur alt ov ofta fyri, at fólk sum ikki hava spurt um loyvi, villast í fjøllunum, ella fáa skaða, og mugu finnast og bjargast av tyrluni ella staðkendum bygdafólki. T.d. í Kunoynni herfyri varð ein deyður fransmaður funnin undir einum kletti.
• Ferðaleiðarar sum við vinningi fyri eyga fara hagatúr við stórum ferðaliðum, uttan avtalu við hagan, og uttan gjald til hagan.
• Vit hoyra tíverri eisini søgur um ferðaleiðarar, sum skelda og hótta ánarar sum nokta teimum at fara í hagan - Sjálvt um ferðaleiðarin ikki frammanundan hevði gjørt avtalu við hagan.
Dømini eru tíverri nógv fleiri enn tey fáu nevnd omanfyri.
Fólk flest munnu skilja, at sovorðnum óskili kann ongin okkara liva við. Og skaðiligu avleiðingarnar fyri náttúruna gerast bara uppaftur størri, um frælsið hjá okkara egna fólki eisini skal veitast fleiri milljónum av donskum og alheims ríkisborgarum.
Loysnin er ikki at smíða eina nýggja lóg, sum gevur øllum loyvi at fara har sum tey vilja tá tey vilja, uttan at spyrja tey sum vara av høgunum frammanundan.
Lættastu loysnina hava vit longu: Spyr áðrenn. Tá ber nærum alt til, fyri okkum sum búgva í Føroyum.
Um vit føroyingar bara samstarva, um at varðveita lógina og hesa góðu siðvenju sum verjir náttúruna, so tryggja vit eisini okkara egnu borgarum frælsi til framvegis at njóta náttúruna - Samstundis sum vit varðveita ta bestu skipanina til at stýra ferðafólkastreyminum, og verja okkara náttúru.
Á leinkjuni niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir allar hagapartar í Føroyum, saman við kontaktpersóni og telefonnummari.
Ring bara og spyr. Áðrenn tit fara.
So ynskja vit tykkum ein góðan gongutúr
FØROYA ÓÐALSFELAG
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald