Óla Jákup Guttesen, sum hevur skrivað stóra bókaverkið Tættir og brot úr bíggjar søgu, fer at greiða frá ymiskum úr Bø og eitt sindur um hendingar, hann sjálvur minnist. Óla Jákup Guttesen er uppvaksin í Bø, men búði eisini nøkur ár í Sørvági, har hann gekk í skúla og seinni fór í læru. Hann rak síðan egið stórt byggivirki í Havn, og hann hevur eisini sitið í nógvum ráðum og nevndum eitt nú í nevndini fyri Føroya Handverksmeistarafelag.
Á fundinum verður eisini kunnað um vitjunartænastu og um eldralógina. Felagssangur og drekkamunnur verður.
Næsta limatiltakið hjá Pensjónistafelagnum verður jólaveitslan í Bygdahúsinum í Miðvági 6. desember. Limirnir fáa nærri boð um hetta.
Mentan
Søgur úr Bø
Vága Pensjónistafelag skipar fyri hugnakvøldi týskvøldið, 15. nov. kl. 19 í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági.
2022-11-11 14:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald