Frá kl. 16.00 í dag verður brekkan stongd fyri ferðslu so leingi umstøðurnar eru góðar at skreiða har, tó mæla vit til at tað ikki verður skreitt aftaná kl. 21.00. Atkoma til keiina verður á Giljanesi/Hillingartanga og í Miðvági. Á viðfestu myndini eru stongdu økini merkt við reyðum strikum. Mælt verður til at tey sum koma við bilum, parkera niðri á keiini.
Tað kann vera kalt at vera úti í kavanum leingi, og tí fer Virkishúsið við ánna at bjóða kakao og bollar frá kl. 18.00 til 20.00, hetta verður út frá lítla húsinum sum stendur miðskeiðis í brekkuni.
Í morgin, hósdagin frá kl. 10.00 til 12.00, verður stóri kava dagurin, har skúlin á Giljanesi skipar fyri skreiðing uppi á Nesi. Í hesum sambandi verður Nesavegurin, niðan til Húsanesveg nr. 26 stongdur fyri ferðslu ímeðan skreitt verður.
Um tað viðrar, so endurtaka vit møguliga tiltakið við keibrekkuni aftur hóskvøldið. Tað kunna vit um í morgin.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald