Mentan

Smakkurin av grind

Í samstarv við Grindamannafelagið sýnir Norðurlandahúsið heimildarfilmin “A Taste of Whale”, ið við hygni lýsir stríðið millum tey bæði sjónarmiðini uttan at velja síðu.

2022-07-07 10:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Smakkurin av grind

At drepa ein hval. Fyri summi merkir tað føði. Fyri onnur merkir tað morð. Tá ið havið í føroysku firðunum verður litað reytt við hvalablóði, vekjur tað øsing í altjóða miðlum, og djóraaktivistar ferðast úr øllum heiminum at mótmæla í Føroyum. Føroyingar svara aftur við at vísa á dupultmoralin hjá teimum, ið fordøma hvalaveiðu, men ikki látast at síggja arbeiðshættirnar hjá kjøtídnaðinum.


Í samstarv við Grindamannafelagið sýnir Norðurlandahúsið heimildarfilmin “A Taste of Whale”, ið við hygni lýsir stríðið millum tey bæði sjónarmiðini uttan at velja síðu.  


Hetta finnur stað 21. juli kl. 19. Leikstjóri Vincent Kelner verður til staðar fyri at svara spurningum eftir sýningina.


Filmurin er á enskum, og atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder