Sløkk tostan og tendra tilvitið: Umhvørvisvikan 2024 snýr seg um vatn.
Í Føroyum hava vit ríkiligt av vatni, tí tað regnar altíð, og vit hava eisini heimsins reinasta vatn! Hesar útsagnir hoyra vit ofta – ikki minst nú summi vilja vera við, at vit skulu tilbúgva okkum við at eiga vatn inni. Men er tað veruliga so? Kunnu vit brúka óavmarkað av vatni í Føroyum? Og hvussu reint er vatnið í veruleikanum? Og hvat við havinum rundanum okkum, hvørs tilfeingi vit liva av?
Allir hesir spurningarnir og fleiri við verða settir á Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar Kommunu, sum hevur evnið vatn, og sum fer at seta sín grøna dám á alla kommununa 4.-11. mai.
Evnið tekur støði í heimsmálum fyri burðardygga menning nummar 6 “Reint vatn og reinføri” og 14 “Lívið í havinum”.
Skráin er á tremur við tiltøkum fyri borgarar í øllum aldri og við alskyns áhugamálum. Boðið verður m.a. til rundvísingar á vatnverkinum í Villingadali og á Føroya Sjósavni, umhvørvisveiðu, túrar til gongu og í bátum av ymsum slag, barnabio, mat- og plantumarknað, virkisvitjan og filmssýning. Til tey, sum tysta eftir vitan, verður ein røð av fyrilestrum á skránni um evni sum streymviðurskifti og vistskipanir, rák, burðardygga taraaling og vatn sum tilfeingi.
Sum vant endar alt sjálvandi við einum stórum ruddingardegi leygardagin 11. mai, har vit øll í felag taka eitt tak fyri náttúruna.
Umhvørvisvikan verður sett í miðbýnum leygardagin 4. mai kl. 11.
Fá tær ein vatnsopa, tendra tilvitskuna og kom á umhvørvisviku!
Skráin sæst á torshavn.fo og facebook.com/umhvorvisvikan
Mentan
Sløkk tostan og tendra tilvitið
. Umhvørvisvikan 2024 snýr seg um vatn.
2024-04-18 13:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald