Mentan

Sláið ring á Barnlek í Svøríki

Í farnu viku luttók Sláið ring við umleið 130 luttakarum á Barnlek í Lerum í Svøríki.

2023-07-18 11:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Barnlek er ein barnadansistevna, ið verður hildin 3. hvørt ár, har nærum øll tey norðurlendsku londini luttaka. Á stevnuni hava øll londini undirvísing í dansum, sangum og spølum, sum vanliga verða brúkt heima. Sostatt fáa allir luttakararnir møguleika at læra um mentanirnar í norðanlondum. Stevnan endar við at londini vísa fram.

Í 2026 verður stevnan í Finlandi. Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum týsmorgunin og kom aftur sunnunáttina. Luttakararnir vóru væl nøgdir við ferðina.



Í dag eru limafeløgini í Sláið Ring 16 í tali. Limatalið liggur um 1.600.


Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder