Mentan

Skúlabyrjunarguðstænastur í Miðvágs kirkju kl. 11.00 og í Sandavágs kirkju kl. 14.00.

Marjun í Kálvalíð prestur hevur skúlabyrjurnarguðstænastu í Miðvágs og Sandavágs kirkju í dag.

2022-08-14 09:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Miðvágs kirkja.

Sunnudagin 14.08 kl. 11.00. Miðvágs kirkja. Skúlabyrjunarguðstænasta við Marjun í Kálvalíð. Øll, sum byrja í skúla komandi vikuna, eru serliga boðin til guðstænastu í Miðvágs kirkju. Tit skulu hava skúlatasku og penalhús við, og foreldur, systkin, ommur og abbar, og øll hini, sum tit eisini kenna, kunnu koma við. Guðstænastan er skipað fyri børn við barnavinarligum tekstum og sálmum. Øll eru hjartaliga vælkomin!


Sandavágs kirkja.

Sunnudagin 14.08 er eingin guðstænasta kl. 11.00. Vit fara í kirkju kl. 14.00 í Sandavágs kirkju. Tá verður skúlabyrjunarguðstænasta við Marjun í Kálvalíð. Øll, sum byrja í skúla komandi vikuna, eru serliga boðin til guðstænastu í Sandavágs kirkju. Tit skulu hava skúlatasku og penalhús við, og foreldur, systkin, ommur og abbar, og øll hini, sum tit eisini kenna, kunnu koma við. Guðstænastan er skipað fyri børn við barnavinarligum tekstum og sálmum. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder