Í samstarvi við útgávufeløg, felagsskapir og rithøvundar bjóðar Norðurlandahúsið aftur í ár til Bókadagar, soleiðis at tey, ið kanska hava ein serligan tokka til bókmentir í Føroyum, fáa høvi at savnast. Á skránni er m.a. rithøvundasamrøður, upplestur, bókaframløgur, skriviverkstaður, bókasøla og mangt annað.
Í ár hava tey vitjandi møguleika at vera við at heiðra Hanus Kamban fyri hansara serstakliga stóra ritverk, sum hann hevur fingið úr hondum hesi meiri enn 60 árini, hann hevur verið virkin í føroyska mentanarlívinum.
Tey, ið lesa krimisøgur, kunnu gleða seg til at lurta eftir norska rithøvundanum Anne Holt, sum fer at tosa við Jógvan Isaksen um bøkur hansara, harav nakrar eru blivnar til eina krimirøð á Netflix.
Høvi verður eisini at hitta tveir yrkjarar, sum í ár eru tilnevndir Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins; hesir eru okkara egni Beinir Bergsson, sum er tilnevndur fyri yrkingasavnið Sólgarðurin, og samiska Marry Ailonieida Sombán Mari, sum er tilnevnd fyri yrkingarsavnið Beaivváš mánát.
Øll skáin kann lesast á nlh.fo https://www.nlh.fo/fo/tiltok/bokadagar-2022/. Har ber eisini til at melda seg til tiltøkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald