2023-05-16 12:11
Sum undanfarnu mongu árini býður Siloakórið í Fuglafirði til konsert, nú áðrenn farið verður í summarfrí.
Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa, hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.
Konsertin verður í Siloa nú mikukvøldið, tann 17. mai kl. 20.
Á skránni eru sangirnir, tey hava vant ígjøgnum veturin, saman við góðum gomlum – fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum – teir flestu við undirspæli. Eisini eru fleiri solistar, ið syngja saman við kórinum.
Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald