2022-10-27 11:31
Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni fer at siga nøkur orð um seyðasýningar og hví skipað verður fyri seyðasýningum. Hann kemur nokk eisini inná kriteriuni ið dømt verður eftir, og kann hetta kanska elva til tjak um hvat ein eigur at leggja seg eftir tá brundseyður verður valdur, horn, bein, ull, breidd, hædd o.a.
Og sum nakað nýtt vera haruhagarnir í Vestmanna seldir undir seyðasýningini. Hagarnir vera seldir klokkan 18 í seyðahúsinum har sýningin er beint áðrenn vinnarnir av sýningini vera kosnir. Vanliga hava haruhagarnir Vestmanna verið seldir kl 15.00 sunnudag, men í ár verður so roynt at selja hagarnar meðan seyðasýningin er.
Vónandi koma nógv fólk til sýningini, framløguna hjá Jens Ivan og ikki minst til uppboðasøluna av haruhøgum. Hetta kann vera við til at vit fáa ein hugnaligan dag saman fyri líkasum at runda heystið og tað sum hartilhoyrir siga fyrireikararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald