Mentan

Sermerkt føstugudstænasta í Miðvágs kirkju

Felags føstugudstænasta í Vágum

2024-03-05 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hóskvøldið 7. mars 2024 kl 20 verður ein sermerkt føstugudstænasta í Miðvágs kirkju.

Tað eru kirkjurnar í Vága prestagjaldi, sum skipa hesa serligu gudstænastu, sum umframt bøn og føstusálmasang er skipað sum einrøðuleikur.

Jógvan Andrias Joensen í Klaksvík hevur saman við Riu Tórgarð skrivað leikritið til einrøðu leik, har Jógvan Andrias spælir part av sínum egna lívi, nevniliga barnaárini sum sonevnt mjadnabarn.

Djarva avgerðin at seta egið lív á pall vakti ans, og móttøkan kring landið var sera góð, tá ferðast varð við leikinum.

Nú fer Jógvan Andrias at bera leikin fram í Miðvágs kirkju saman við tónleikaranum Edvard Nyholm Debess.

Áhugin fyri einrøðuleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” er framvegis stórur.

Góðu ummælini, nógva umrøðan og ikki minst dokumentarurin Mjadnabørn, sum Kringvarpið vísti, hava havt við sær størri opinleika um teir mongu føroysku sjúklingarnar, børn og ung við sálarligum ella kropsligum avbjóðingum, sum vórðu send til Danmarkar, uttan at foreldur ella avvarðandi sluppu við.

Aftaná verður hugnaløta við drekkamunni í kirkjukjallaranum. Har kunnu fólk minnast og umrøða ta sváru tíðina, tá pláss ikki var fyri øllum í heimlandinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder