Mentan

Seks mistøk nógv gera, tá ið tey ferðast í Berlin

Tey mistøkini ferðafólk gera tá tey vitja í Berlin, eru vanliga ikki nokk til at oyðileggja ferðina, men tað kann merkja at tú ikki fær tað besta burturúr tínum uppihaldi. Í ringasta føri kanst tú fáa eina bót, tí har eru nakrar reglur, ið tú burdi hugsað um.

2024-01-08 22:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Berlin hevur eina heilt einstaka mentan, eisini samberandi við aðrar týskir býir, ið ger at yvirraskandi nógv traðka viðsíðurnar av. Her er ein listi av teimum týdningarmestu tingunum at hugsa um, fyrstuferð tú ferðast í Berlin, soleiðis tú fært mest burturúr ferðini, sambært hotels.com

1) Tey taka S-Bahn tokið frá flogvøllinum

S-bahn tokið koyrir hvønn 10. minutt, og tí virkar tað skilagott at taka S-Bahn frá Brandenburg flogvøllinum til sentrum. Hóast nógvar ferðahandbøkur viðmæla hetta tokið, nevna tær ikki, at tokið steðgar við hvørja jarnbreytarstøð á vegnum. Hetta hevur við sær at tað kann taka upp til ein tíma at koma inn til sentrum í Berlin. Snartokið (RE7 ella RB14) koyrir bara hálvan hvønn tíma, men tað tekur bert 25 minuttir at koma inn til sentrum í Berlin

2) Tey stempla ikki sín ferðaseðil á tokstøðini

Tá tú keypir ferðaseðil til tok í Danmark, er hon av sær sjálvum galdandi. Hetta er ikki galdandi í Týsklandi. Halt tí eyga við teimum smáu gulu og hvítu maskinunum á pallinum, og koyr tín ferðaseðil inn í tær fyri at fáa eitt stempul. Hetta virkar týdningarleyst, men tú kanst fáa eina høga bót, um tú gloymir tað.

3) Tey hyggja serliga eftir søguligum støðum fram um umráðir

Í Berlin eru nógv áhugaverd støð at síggja, sum til dømis tað kenda býarliði Bradenburger Tor, tann søguligi Berlinmúrurin og tað undranarverda ríkisdagshúsið. Berlin hevur tó nógv annað at bjóða uppá. Hópin av sjarmerandi býlingum, ið eru eins spennadi at vitja sum bygningar og forminnasøvn. Annaðhvørt tað snøgga Mitte, multikulturella Kreuzberg, klassiska Charlotteburg ella áhugaverda Neukölln.
Ein góður máti at uppliva Berlin er at ganga ígjøgnum býin.
Finn tí eitt hotel, ið er tætt við sentrum, soleiðis tú lætt kann koma runt.

4) Tey mangla reiðan pening

Berlin er á nógvan hátt ein nútíðarbýur, men nógvir smáir handlar og serliga matstovur taka enn bert í móti reiðum peningi. Tað kemur oftani sum eitt yvirraskilsi fyri vitjandi, ið eru von við at gjalda við gjaldskorti at brádliga mangla tey reiðan penging, tá tey skulu gjalda rokningina. Næsti trupulleiki er, at sjálvtøkur eru ofta staðsettar inni í bankum og ikki uttanfyri á bygninginum, so tær eru bert tøkar í vanligu upplatingartíðum hjá bankunum. Syrg tí fyri at altíð hava reiðan pening á tær, og halt gott eyga við lummatjóvar, serliga í almennu ferðsluni.

5) Tey vænta, at handlar hava opið sunnudagar

Týskland hevur søguliga sæð verið trúgvandi land, og fólki heldur enn frí sunnudagar. Avleiðingin er, at nógv vitjandi fara út at keypa smáting sunnudag, har tey finna útav, at alt er stongt. Matstovur hava opið alt vikuskifti, men stórhandlar, apotek, handlar og nøkur fornminnasøvn hava stongt.

6) Tað kemur óvart á tey at síggja nakinleika í tí almenna rúminum

Týskarir eru vanliga ikki eitt fólkaslag, ið er smæði. Hóast tann týska freikörperkultur ella FKK ikki beinleiðis eru høvuðsrák, er tað framvegis hugsandi, at tú kemur at síggja tað fríu kropsmentanina, tá tú ferðast í Berlin. Nógvar av teimum almennu parkunum í Berlin hava eitt nudistumráði, og tú møtir eisini nógvum naknum fólkum, tá tú vitjar sauna, svimjuhylar, vøtn og strendur. Tað eru enntá náttklubbarr, ið eru kend fyri teirra óvanligu klædnareglur – ella mangul á. Ver uppmerksamur við, at tað er forboð at taka myndir og filmsbrot í støðum, sum skeltur við FKK stendur á.

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder