Mentan

Seinasta rossið flutt av Mykinesi

Okkurt munagott má gerast fyri at bjarga føroysku rossunum.

2023-04-23 23:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Seinasta rossið flutt av Mykinesi


Mergur á sínum seinasta degi í Mykinesi 22. apríl 2023. Mynd: Jóna Ólavsdóttir



Seinasta rossið er flutt av Mykinesi, og Mergur kann nú fáa sín leiklut í alingini hjá føroyska rossastovninum.

Á sumri í fjør, í dýrdarveðri, vórðu rossini í Mykinesi flutt av oynni. Sí tíðindini her. Tó var ein ungur greðingur eftir tá, tí ikki bar til at fáa hendur á honum.

Hetta var Mergur. Ein flottur reyður greðingur, ið hevur gingið einsamallur úti í Mykinesi síðani hini rossini fóru. Í gjár varð hann so endiliga flogin inn við tyrluni, og er nú komin í góðar hendur á Búnaðarstovuni.

Mergur er undan Bestlu úr Tórshavn og Jalli úr Sandavági. Mergur er einasti greðingurin í føroyska rossastovninum, sum ikki er kannaður fyri tølt íleguna enn. Bert nøkur heilt fá ross hava tølt íleguna, har í millum Jallur, pápi Merg. Spennandi verður at kanna, um Mergur eisini hevur íleguna fyri tølt.

Vegna flutningin av Mergi úr Mykinesi vilja vit fegin takka:

Tyrlutænastuni og tyrluskiparunum fyri skjót viðbrøgd; og trygt og væl av hondum greitt arbeiði.

Jónu Ólavsdóttir fyri at fara út eftir Mergi.

Odu Wilhelmsdóttir Andreasen fyri gestablídni og hjálpsemi.

Jóhannes Henriksen fyri hjálpsemi og sum til UG tók sær av kaðalinum til slingrið í Mykinesi eftir eitt "lynkursus pr. tlf".

Jórun Sumberg-Olsen djóralækna fyri at vera "standby" og tilreiðar at hjálpa og vegleiða.

Og takk til øll hini, ið á ein ella annan hátt hava hjálpt, vegleitt ella verið til reiðar.

Bestla, mamma Merg, í 2020. Mynd: Cécile Zahorka

Mergur 1 ára gamal í 2020. Mynd: Cécile Zahorka

Jallur, pápi Merg, í 2020. Mynd: Cécile Zahorka

Mergur 1 ára gamal í 2020. Mynd: Cécile Zahorka

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder