10. til 14. oktober er heystfrí og tað merkir at Savnsfagnaður er á Tjóðsavninum. Savnið er opið hvønn dag frá kl. 11 - 13 og kl. 14 - 16, og skráin er fylt við tilboðum til bæði børn og vaksin. Evnið á Savnsfagnaðinum í ár er kanska eitt sindur øðrvísi enn evnini undarfarnu árini. Evnið í ár er nevniliga piss. Hettar er eitt evni, vit øll, bæði stór og smá, kenna væl. Ikki so? Spurningurin er tó, hvussu nógv vita vit veruliga um piss?
Eitt annað føroyskt orð fyri piss, er land. Men visti tú, at hetta ikki er eitt serføroyskt orð ella fyribrigdi? Sjálvt orðið land - ella lant - kemur millum annað fyri í gomlum enskum máli og merkir súrgað piss.
Land hevur verið nýtt víða um í heiminum, sum bæði sjampo, heilivágur og munnskol. So kanska var ALT ikki betur fyrr!
Eisini kann piss slatra. Við hjálp frá vísindini slatrar títt piss um heilsu tína, kettupiss lýsir undir UV ljósi og hundurin veit alt fyri eitt, um ein annar hundur hevur verið í nánd við at snodda til ein lyktarpela.
Sært tú – vísindin er als ikki rotin. Vísindin kann vera stuttlig, spennandi og upplýsandi! Tá vit spæla, tvætla og skemta saman, so læra vit okkurt nýtt, og ofta uttan at vit eru tilvitað um tað.
So, kom í gongd! Hugnið tykkum og spælið! Roynið tykkum sum smákyktagranskarar, lokums- heimsspekingar ella gerið hálsprýðir á nýrasteinsverkstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald