Vita fólk í grundini, hvørjum verður arbeitt við í einum savni, og hvønn týdning arbeiðið hevur fyri almenningin? Savnandi savnsdagurin er sprottin burtur úr hesum spurningum í vón um at koma fram til eitt svar.
Eftir at løgmaður hevur bjóðað vælkomin, fara umboð frá Kringvarpi Føroya, Landsbókasavninum, Tjóðskjalasavninum, Listasavninum og Tjóðsavninum henda dagin at hava framløgu um hvør sítt tema. Eisini fara Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum at koma við sínum íkasti til, hví søvn eru so týdningarmikil í einum samfelagi.
Savnandi savnsdagurin er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um, hvørjum søvnini í Føroyum arbeiða við, ella sum fáast við savnsarbeiði.
Savnandi savnsdagurin verður 3. juni kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya, Norðari Ringvegur 20. Gott hevði verið, um luttakarar boða frá luttøku við at senda teldupost til: [email protected]
SKRÁ
13:00-13:10 Løgmaður bjóðar vælkomin
13:10-13:20 Intro til dagin
13:20-13:35 Bergur Djurhuus Hansen / Spjadd søvn í talgildum heimi
13:35-13:55 Kringvarp Føroya / Savna / Ein gluggi til vitan (Ivan Hentze Niclasen)
13:55-14:15 Landsbókasavnið / Skráseta / Skráseting av føroyskum verkum og verk um føroysk viðurskifti (Høgni Bech)
14:15-14:35 Tjóðskjalasavnið / Varðveita / Hví varðveita persónupplýsingar? (Sámal Tróndur F. Johansen)
14:35-15:05 Steðgur
15:05-15:25 Listasavn Føroya / Miðla / Upplivingar fyri øll – um at miðla á Listasavni Føroya (Dagmar Malena Winther)
15:25-15:45 Tjóðsavnið / Granska / Nyttan av djórasøvnum lýst við dømi í koronukanningartøkni (Jan Sørensen)
15:45-16:00 Annika Sølvará / Søvn sum granskingaramboð – Gullnám ella eskjan hjá Pandoru
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald