Mentan

Sandavágs kirkja

21 februar.Bíbliuundirvísing.

2023-01-12 15:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sandavágs kirkja Fólkakirkjan skrivar:


Komandi tiltøk
  • FEB
    21
    Bíbliuundirvísing
    Sandavágs kirkja, kl. 19.00, Undirvísing
    Marjun í Kálvalíð
    Vit lesa 1. Korintbræv. Hetta er seinasta undirvísingarkvøldið veturin 22/23.

Sandavágs Kirkja er bygd undir 1. Veraldarbardaga. Arbeiði byrjaði í 1914, og varð kirkjan vígd 3. Sunnudag eftir páskir, 29. apríl í 1917.

Magnus Jacobsen - Magnus av Kamarinum - teknaði kirkjuna og gjørdi arbeiðsfrágreiðing. Hon er 19,70m lang og 9,60m breið. Undir byggjarínum var hann sjálvur byggi-meistari og formaður.

Fyri arbeiðinum stóð Jógvan Elias Thomsen, keypmaður í Sandavági. Í arbeiði hevði hann Andreas Joensen úr Kvívík, sum arbeiðs-formann, og 9 smiðir úr Sandavági og Miðvági.

Brøðurnir í Geil í Havn, Petur Alberg og Christin H. Isaksen málaðu kirkjuna, bæði innan og uttan. Petur Alberg setti litirnir á.

H.C.W. Tórgarð, timburmeistari og arkitektur, úr Havn, hevði eftirlit við arbeiðinum.

10. august 1891 gav Thomas Thomassen, Tummas í Bartalsstovu, altartalvuna sum hongur í kirkjuni ídag. Frásagnir siga, at Lucie Ingemann (1792-1868), sum var kona B. S. Ingemanns skald, hevur málað altartalvuna.

Talvan, sum varð unvæld í 1997, er mett at vera umleið 150 ára gomul.

Á kórvegginum uppi yvir altarinum eru sjey málningar, sum Kristin í Geil hevur málað eftir gomlum kirkjumálningum.

Jógvan Elias Thomsen hevur givið kirkjuni málningarnar.

Millum býlingarnar Sandar og Steig er ein langur heyggjur, sum er nevndur Ongjartoftir. Í sjálvum endanum á heygnum lá ein langur steinur, sum vísti seg at vera ein rúnarstein.

Um várið, leygardagin fyri hálvarðsøku (12. mai 1917), setti Martin á Mýrini seg at hvíla undir heygnum, og varð varður við, at í steinin vórðu høgdir stavir.

Innskriftin, sum varð týdd av Mikkjal av Ryggi, verður lisin soleiðis (týtt til føroyskt): "Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst"

Steinurin stendur innari í kóri.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder