Sørvágs kommuna: Spurdi tú Samylyn Villanueva fyri níggju árum síðan, hvat hon helt um fjølmentan og tað at flætta filipinska og føroyska mentan saman, so hevði hon óiva vent tær í hurðini.
Tí tað var í hvussu er ikki alskur til veðurbardu oyggjarnar í Norðuratlantshavi, ið fekk hana at ferðast teir meira enn 10.000 kilometrarnar frá Filippinunum til Føroya tá. Tvørturímóti.
- Eg hevði googlað Føroyar, og mær dámdi ikki tað, eg sá og las, men tað var helst mest tí, at eg var so kedd um at skula fara frá vinunum og øllum tí kenda á Filippinunum. Men mamma búði í Føroyum, og tað var avgjørt, at eg skuldi flyta hiðar at búgva hjá henni eins og systkini hjá mær, greiðir Samylyn frá, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald