Mentan

Saint Levant á G!

2 mió fólk í heiminum lurta eftir Saint Levant um mánaðin, hóast tað ikki eru meira enn tveir mánaðir síðan, at debut EP'in kom út. Tað er við øðrum orðum eitt glóðheitt poppnavn, ið vit vit í dag avdúka á G!.

2023-05-13 22:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Saint Levant, føddur Marwan Abdelhamid er tónleikari av blandaðum palestinskum, fronskum, algeriskum og serbiskum uppruna. 

Hann varð føddur í Jerusalem og er uppvaksin í Gaza. Saint Levant blandar enskt, franskt og arabiskt og skapar við hesum eina einskilaða útgávu av popp-tónleiki. 

Hetta orðaspælið á trimum málum virkar ómakaleyst og dragandi, og hevur staðfest hann sum eitt útbrot á altjóða tónleikapallinum, ið fær hjørtuni á lurtarum við tá hann spælir. 

Saint Levant tekur íblástur frá farnum stórvitum úr arabiska heiminum og frá tónleikarum úr samtíðini, og hetta ger eitt frameftir-teinkjandi R&B- og hip-hop kent ljóð ið fer út um mørkini á nakrari siðbundnari sjangru. Hann setti nýliga 2048-felagsskapin á stovn, hvørs arbeiði snýr seg um at fíggja livikostnaðin hjá ungum palestinskum listafólki. 

Umframt hetta gevur hann sín tónleik út gjøgnum sítt egna felag, ið eisini ber 2048-navnið. Sangurin ‘Very Few Friends’ er blivin eitt stórt hitt, og hann er ein av 7 sangum á ‘From Gaza With Love’ ið Saint Levant gav út sum sína debut-EP hin 6. mars 2023.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder