Komandi leygardag 23. juli er havnalagið niðri á Støð á Glyvrum karmur um stóra Laksatorgið. Umframt smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti og undirhald fevnir tiltakið eisini um sølutorg og Opið Hús á virkinum hjá Bakkafrosti.
Salmona og Gullaksa skipa barnaundirhaldið allan dagin, og har verða teknikappingar, andlitsmáling og sjóselfie. Á pallinum framføra m.o. Ævintýraferðin saman við SWAY. Bátafelagið á Bakka hevur sett kør upp á havnalagnum, har tey hava savnað ymisk sjódjór.
Í stóra tjaldinum er sølutorg, har úrvalið er fjølbroytt, alt frá prýðislutum, hondbundnum vørum, gávulutum og leikum. Eisini endurnýtsla er millum mongu tilboðini.
Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.
Virkið hjá Bakkafrosti fer at hava opið hús og bjóða gestum inn at síggja virkið. Rundvísing verður á framleiðsluvirkinum, har Regin Jacobsen, forstjóri, og Símun P. Jacobsen, sølustjóri, hava framløgur. Rundvísingarnar eru millum klokkan 11 og 14. Harumframt verða smakkiroyndir at fáa í kantinuni, og Magni Christiansen fer at syngja.
Sum nakað nýtt verða listaframsýning og framførsla í gamla íshúsinum og listabrunnurin er opin einum bátaneysti.
Laksatorgið verður leygardagin 23. juli frá kl. 10.00-16.00 Niðri á Støð á Glyvrum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Skráin fyri dagin:
10:00 Økið letur upp
10:00 Framsýningin í Íshúsinum letur upp
10:30 Salmona og Gullaksa
11:00 Áron
11:00 –14:00: Bakkafrost letur dyrnar upp
12:00 Kári Sverrisson og Óli á Grindafløtti
12:30 Terje B. Vestergaard / Íshúsið
13:00 Fríði Sigmundsson
14:00 Ævintýraferðin & SWAY
16:00 Laksatorgið og Sølutorgið lata aftur
Visit Runavík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald