Mentan

Røðan hjá Hans Jørgensen

2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi er tikið í brúk

2023-10-15 23:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

[object Object]

  1. byggistig á Giljanesi tikið í brúk 15. oktober 2023

Í Vágum hava frá Aralds tíð øll verið lærd at lesa. Prestur helt skil á, at øll vórðu konfirmerað, men fyri at fáa prestins hond á høvdið, skuldi tú duga Luthers katekismus. Pontoppidans forkláring og Kingo. Aftrat hesum bókum áttu flest hús bíbliuna at lesa í.

Próstin ferðaðist um landið at kanna, hvussu til stóð. Í 1759 skrivar Christian Djurhuus, próstur, at ungdmmen i dette præstegæld er jævnt over alt næsten den bedste ungdom – hetta komst m.a. av dugnaligum prestum og folket står sig ikke ilde.

Í 1763 er hann ikki minni hugtikin: da jeg besøgte i Sommer disse Kirker, befandt jeg ungdommen ved dem saa gode. At jeg vilde ønske, at alle Sogne her i landet kunde blive saa gode som disse. (Óla Jákup Guttesen)

Eg havi tikið hetta fram fyri at undirbyggja, at tað var neyvan av tilvild, at júst vit í  Vága prestagjaldi vóru tey fyrstu at seta á stovn og byggja fyrsta barnaskúlan uttanfyri Havnina.

Ein 18 ára gamal evnaríkur havnadrongur varð settur í starv sum lærari í 1829, og árið eftir í 1830 varð fyrsti skúlabygningurin á bygd liðugur og tikin í brúk við Eirikstoftir í Miðvági – seinni kallað í Skúlanum.

Hesin skúlin varð niðurlagdur 1854, tá provisorisk reglement, sum føroyingar hildu vera sera óhóskandi skipan, fekk gildi.

Men íÍ 1872 kom nýggj kommunulóg, og í henni varð álagt øllum kommunum at hava skúla. Samstundis lótu teir upp læraraskúla í Havn. Og longu sama árið 1872 kom havnamaðurin Jákup Jacobsen higar at vera lærari. Hann búði í Miðvági, men var lærari í báðum bygdunum - Miðvági og Sandavági. Jákup var ein av teimum 7 fyrstu, sum fingu læraraprógv á Føroya læraraskúla.

  1. skúli Í 1884 stóð nýggjur skúli uppi í Miðvági. Hann varð bygdur á Tormansbakka ikki langt frá gamla skúlanum. Seinni varð bygt uppí hann, og fleiri lærarar settir aftrat.

Bygningurin er varðveittur og verður nú brúktur til frítíðarskúla í kommuni.


  1. skúlin varð bygdur og tikin í brúk í Sandavági 1896. Hesin varð eisini útbygdur so við og við.

Hann er eisini varðveittur og brúktur í sambandi við frítíðarundirvísing.

  1. skúlin

Sum tíðin gekk, so broyttust krøvini til skúlaskap, og vágafólk fóru aftur at droyma um góðu gomlu tíðina, tá alt prestagjaldið gekk saman um skúlan. Kommunurnar, sum nú vóru 5, tingaðust í áravís um at ganga saman í felag at byggja ein nýggjan felagsskúlaskúla við framhaldsdeild. Men sum ikki einaferð, so vann sundurlyndið, og úrslitið gjørdist ein nýggjur stásiligur skúli uttanfyri Vatn og ein annar stásiligur skúli hesumegin.

Hesin seinni er felagsskúlin á Giljanesi, sum Miðvágur og Sandavágur so fyrimyndarliga gingu saman um og tóku í brúk 1961.

Tað var ein sera stásiligur og nýmótans skúli tá í tíðini, sum gjørdist tann 4. í røðini í núverandi Vága kommunu.

Hann gjørdist tó skjótt ov lítil, og líka síðan 1970unum hava vit havt plásstrot. Ymisk uppskot hava verið og ymsar neyðloysnir royndar hesa tíðina.

5. Nýggi skúlabygningurin varð ítróttarhøllin, sum varð vígd 5. februar 1983. Hetta bøtti um plásstrotið, tí serhølini køkur, jarnsmíð, træsmíð og bókasavn fingu innivist, og tvær skúlastovur komu aftrat og ítrótturin fekk nú sera góðar umstøður.

6. Nýggi skúlin. Men hølistrupulleikarnir vóru tó enn ikki loystir. Bygdarráðið í Miðvági avgjørdi at byggja skúla í Miðvági fyri at bøta um plásstrotið. Hesin varð tikin í brúk 1984 og gjørdist nr. 6. røðini. Teir yngstu árgangirnir ganga nú har og hava tað gott í friðarligum og gevandi umhvørvi.

Jú, vit í Vága prestagjaldi hava tikið barnalærdómin í álvara, vit hava viljað okkara ungdómi tær bestu umstøður.

Stóra takið, fyrra byggistig av nýggja skúlanum á Giljanesi, var eitt megnar tak. Tøkkina eigur nýggja felagsbygdaráðið úr øllum trimum bygdunum hesumegin Vatn. Tit vóru tey djørvu, sum í røttum felagsskapsanda tóku djarvar avgerðir, sum veruliga gera mun. Takk fái tit fyri tað.

Eg kundi siga tá, og kann siga aftur nú, eg fái høvi til tað, at úrslitið ikki minst er grundað á eitt sera gott samstarv við lærarar, leiðslu, skúlastýri og bygginevnd.

Til stuttleika kann eg siga frá eldhuganum hjá Albert Ellefsen fyri projektinum. Vit báðir vóru í øðrum samanhangi partur av norðurlendskari verkætlan umfatandi Finnland, Svøríki, Noreg og Ísland. Allastaðni, vit komu, vitjaðu vit teir nýggjastu skúlarnar at fáa íblástur og lærdóm, sum vit bóru við okkum heim. Tann íslendski arkitekturin hjá SNA var við okkum í Akureyri og Havnafjørðinum í Íslandi. Hesin vísti eisini eldhuga og lurtaði væl eftir hugskotum og ynskjum frá lærarum. Spennandi íkastini úr Finnlandi, Svøríki og Norðegi síggjast eisini aftur.


Skúlin í okkara øki verður í dag latin lærarum og næmingunum, sum jú alt handlar um. Eg vóni, at tit eru líka bergtikin og undrandi. At tit eru glað um, at tað í tykkara skúlatíð skuldi hepnast so væl at skapa eitt læruumhvørvi so vakurt og funktionelt.

Eg má siga, at tað var tað vert, at hetta byggistigið bíðaði nøkur ár, tí úrslitið er so munandi betri, enn upprunaprojektið, sum als ikki rakk tíðarkrøvunum.

Tit fara nú at síggja, at 8. skúlabygningurin er væl gjøgnumhugsaður, og bygningsverkið væl úr hondum greitt. Handverk og list, alis- og evnafrøði fáa nú sera góðar umstøður, tónleikaundirvísingin fær nú aftaná góð 40 ár í skúlaverki okkara tær bestu umstøður.

Jú, tað er altíð rætt at lurta eftir fakkunnleikanum, tá slík stórverk verða framd. Hesaferð eru lærararnir hoyrdir.

Eg ynski lærarunum til lukku, við nýggju lærarastovuni – tað er uppiborið.

Enn er áhugin í Vága prestagjaldi og ikki minst í Vága kommunu, at okkara komandi ættarlið verða væl útborin í vísdómi og lærdómi. At tað eisini í okkara tíð eins og tað var í 1763 kann sigast: da jeg besøgte i Sommer disse Kirker, befandt jeg ungdommen ved dem saa gode. At jeg vilde ønske, at alle Sogne her i landet kunde blive saa gode som disse.

Eg at takki fyri heiðurin, og fari at ynskja Vága kommunu, bygginevnd og øllum tykkum, sum varða av, hjartaliga til lukku.

Men mest av øllum fari eg at ynskja tykkum lærarum og næmingum og tykkum dugnaligu starvsfólkum,(reingerðarfólki og umsjónini o.ø.) sum dagliga skulu virka her, allar bestu eydnu og hjartaliga til lukku.

Gud signi skúlan á Giljanesi

Gud signi tykkum øll

Við hesum orðum verður snórurin kliptur og skúlin opin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder