Mentan

Røða - bátasmíð á Steig

Føroyski báturin - Sandavágur 2. Juli, 2023.

2023-07-03 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kristina Djurhuus Christiansen:


Takk fyri innbjóðingina og hjartaliga til lukku við upplatingina av hesum livandi bátasavninum, sum verður her í summar. Hetta er eitt stórt tak fyri føroyska bátin og bátasmíðið.

UNESCO-sáttmálin um verju av siðaarvi varð settur í gildi í Føroyum í 2018, og hann bindur okkum til at skapa karmar og seta skipanir í verk, sum tryggja siðaarvinum livilíkindi. Ein partur av sáttmálanum snýr seg um verju av siðbundnum handverki, m.a. bátasmíði.

Í dec. 2021 varð føroyski báturin, saman við súðubygdu bátunum í hinum norðurlondum, innskrivaður á UNESCO listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Hetta var ein felags norðurlendsk innskriving, sum bleiv samskipað av norska áhugafelagnum Forbundet Kysten. Í Føroyum vóru umboð fyri bátafeløg, søvn og bátasmiðir m.a. bátasmiður Terji Jakobsen, við í verkætlanini frá byrjan. Innskrivingin á UNESCO listan er væl uppiborin og ein stór altjóða viðurkenning, men tað setur eisini krøv til okkum sum samfelag at taka stig til at verja hann.

Fyrimunir við at báturin er komin á UNESCO listan

Tann størsti fyrimunurin við at hava fingið føroyska bátin á UNESCO listan, tað er, at tað bindur okkum til at seta í verk tiltøk og átøk til frama fyri bátasiðvenjuna.

Hetta var ein felags norðurlendsk innskriving, og hetta merkir at vit í norðurlondum hava eina skyldu mótvegis hvørjum øðrum at verja súðubygdu bátarnar í norðurlondunum, samstundis sum vit varðveita tað sermerkta við bátunum í einstøku londunum. Vit hava ein norðurlendskan stýrisbólk fyri innskrivingina, sum arbeiðir á Norðurlendskum støði við at verja norðurlendsku bátasiðvenjuna.

Tjóðsavnið hevur fingið til uppgávu at umsita UNESCO sáttmálan og innskrivingina av bátinum, men Tjóðsavnið kann ikki einsamalt bjarga bátasiðvenjuna í Føroyum, tí har er ikki bara ein gylt loysn, sum ein stovnur kann seta í verk, men har mugu nógv smærri og størri tiltøk/átøk til. Vit mugu øll spæla við. Land, kommunur, bátasmiðir, stovnar, søvn, privatpersónar og feløg mugu gera, hvat tey kunnu á hvør teirra øki. Tjóðsavnið kann gera okkurt, t.d. eitt ítøkiligt átak fyri bátasmíð sum Tjóðsavnið setur í verk er, at vit hava fingið eina játtan frá landinum til at uppbyggja eina seymagoymslu, soleiðis at tað er lætt hjá bátasmiðum at fáa fatur á seymi, tá teir hava brúk fyri tí. Hetta fer ikki at bjarga bátinum, men hetta er eitt átak, sum vónandi fer at gera mun. Harafturat er Tjóðsavnið altíð til reiðar, og hava førleikarnar fyri at samskipa og stuðla uppundir átøkum og tiltøkum, sum vera sett í verk kring landið. Hetta krevur sjálvandi, at politiska skipanin heldur fram við at raðfesta siðvenjuna.

Søgan hjá føroyska bátinum gongur langt aftur, men tíðirnar broytast. Gjøgnum søguna hevur báturin verið lívsneyðugur, og føroyingar hava á nærum øllum økjum havt brúk fyri bátinum. Tað hava vit ikki longur. Nú er tann praktiska funktiónin av bátinum í stóran mun farin í søguna, og tað er tí ikki tørvur á at smíða so nógvar bátar longur. Og tað er tann stóra avbjóðingin.

Men hóast tíðirnar eru broyttar, so livir bátasiðvenjan enn eitt virkið lív í samfelagnum. Í Føroyum hava vit enn bátar, sum helst tað einasta staðið í norðurlondunum, sum verða nýttir til gerandisbrúk, t.d. kappróðrarbátar, og tað eru eisini summi sum fáa sær ein føroyskan róðrarbát at rógva út í og til fríðtíðarvirksemi.

Í dag eru tað bátasmiðir, bátafeløg, søvn og einstaklingar í øllum Føroyum, sum bera vitanina um bátin víðari gjøgnum kappróður, bátastevnur, savnsvirksemi, í skúlum. Hetta er við til at varðveita bátasiðvenjuna í Føroyum, og tað mugu vit brúka til okkara fyrimun og menna og styrkja tað.

Hetta livandi bátasavnið, sum Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag skipa fyri í summar, er eitt gott dømi uppá eitt tiltak, sum er við til at verja bátasiðvenjuna og føra bátasmíðið víðari.

Bátasmiðir og bátasmíð

Tann størsta avbjóðingin, bæði í Føroyum og í hinum norðurlondunum er, at bátasmiðir gerast færri í tali, og í Føroyum hevur leingi verið soleiðis, at eingin hevur verið í læru hjá einum bátasmiði, so eingir nýggir bátasmiðir vera settir við. Eru eingir bátasmiðir, so verða heldur eingir bátar í framtíðini. Vit eru tí komin til, at hetta siðbundna handverk er í vanda fyri at doyggja út í Føroyum. Vit mugu tí hyggja eftir, hvat vit kunnu gera fyri at menna bátasmíð á útbúgvingarøkinum.

Eitt samstarv millum søvn, útbúgvingarstovnar og bátasmiðir er ein góð loysn at føra handverki víðari. Vónandi uppá sikt, fer tað at eydnast at seta eitt fast livandi bátasavn á stovn, har lærlingar kunnu setast við, har nógvir bátar vera smíðaðir, har vit kunnu hava eina framvísing og sølu av nýggjum bátum. Hetta er nakað sum vit fara at arbeiða framímóti, og her er tað ein stórur fyrimunur at hava UNESCO innskrivingina og tað norðurlendska samstarvið aftanfyri okkum.

Bátasmíðið sum verður her á Steig í summar er ein fyrimynd, og eingin ivi er í, at hetta kann brúkast sum íblástur og góður lærdómur hjá okkum at verkseta eitt varandi livandi bátasavn. Tað verður spennandi at fylgja við í summar, góða eydnu og enn einaferð hjartaliga til lukku.

Takk fyri!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder