Ferðin hevði til endamáls, at fáa íblástur frá sera áhugaverda savninum á Siglufirði, ið eisini virkar sum livandi savn.
Á ferðini á Siglufirði, vóru: Magni Laksáfoss, Jens Gaardlykke, Jon Hansen og Magni Thomassen.
Til tess høvdu teir fingið inniliga áheitan og stuðul frá føroyska Tjóðsavninum og Mentamálaráðnum. Vága kommuna hevur stuðlað verkætlanuni við kr. 150.000.
Hesir hava ætlanir, at byggja eitt sjósavn í Miðvági og ætlanin við ferðini higar, er at fáa íblástur, vitan og royndir.
Núverandi savnsleiðari Anita Elefsen og fráfarni savnsleiðari Örlygur Kristfinnsson á Síldarminjasafninum, tóku ímóti gestunum og vístu runt á savninum. Og greiddu frá uppbyggingini, sum hevur verið ikki sørt ævintýrakend.
Tað verður spennandi at fylgja við verkætlanini hjá føroyingum har í Miðvági.
Og at síggja tað nýggja sjóvinnusavnið hjá teimum í komandi tíð.
Verður sagt av Síldarminjasafn Íslands á Siglufirði.
Heimasíðan hjá Síldarminjasafn Íslands á Siglufirði http://www.sild.is
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald