2023-12-23 16:25

Rekkjukoyring í Vágum tollaksmessukvøld verður aftur í ár, og byrjað verður klokkan 23 í kvøld.
Bilarnir savnast við FK-handilin í Miðvági, og síðani verður koyrt runt í oynni.
Seinastu árini hava um 200 bilar verið við í rekkjukoyringini, sum á fyrsta sinni var í Vágum í 1998.
Fólk aðrastaðni frá koma vanliga eisini vestur at luttaka í koyringini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald