2024-04-04 14:51
Ein stór norðurlendsk ráðstevna um Karlstadmodellið byrjar ímorgin í høllini á Læraraskúlanum í Havn. Ráðstevnan, ið fer fram tann 5. og 6. apríl, hevur heitið “Rætturin hjá øllum til eitt mál” og vendir sær til øll áhugað, tó serstakliga til yrkisfólk so sum lærarar og pedagogar umframt leiðarar ið varða av námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum virksemi.
Millum luttakararnar telist professor Irene Johansson, stovnari av Karlstadmodellinum.
“Ráðstevnan er ætlað øllum ið varða av fólki við málsligum avbjóðingum, bæði foreldrum, avvarðandi og starvsfólkum,” viðmerkir Magna Jógvansdóttir, forkvinna í IAKM Føroyar, ið skipar fyri ráðstevnuni.
“At hava eitt mál at samskifta við er av alstórum týdningi fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, tí førleiki at samskifta er atgongumerki til felagsskapin og at vera uppi í samfelagnum,” leggur hon afturat. “Við málinum sum amboð ber eisini til at fyribyrgja at onnur taka teg av ræði. Og í einum demokratiskum samfelag verður margfeldni ímillum menniskju mett sum natúrligt og ynskiligt. Fyri at meiningsfult kunna ávirka onnur og lata seg ávirka av øðrum, krevjast evnini at samskifta og at handfara upplýsingar. So málið er eisini ein fortreyt fyri einum virkandi fólkaræði.”
Karlstadmodellið er eitt námsfrøðiligt modell til málsliga venjing og kann brúkast uttan mun til aldur, diagnosu ella førleika.
“Tað áhugaverda her er sjálvur máltrupulleikin,” leggur Magna Jógvansdóttir afturat.
Karlstadmodellið hevur verið í støðugari menning síðan seinast 1970unum, undir leiðslu av Irene Johansson, professara, sum sjálv verður ein av fyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni. Hon hevur í sínari gransking havt tætt samstarv við bæði foreldur og starvsfólk. Hennara royndir vísa m.a. hvussu stóran týdning málið hevur fyri kognitiva menning, persónliga menning og lívsgóðsku.
Á ráðstevnuni verða fyrilestrar um eitt nú týdningin av at byrja tíðliga við málvenjingum, um málvenjing á dagstovni og skúla og um málvenjing fyri ung vaksin. Harafturat verða fleiri persónligar søgur, bæði úr Føroyum og úr hinum norðurlondunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald